Strandferðslan er skattgjaldarans reiðarí, og var frálíka henta Smyrla-rutan til Aberdeen somuleiðis skattgjaldarans uppá gott og ónt.
Vanlig fólk, sum sjálv eru von at gjalda fyri seg, vóru ómetaliga fegin um henda ómakaleysa og bíliga møguleika til eisini at sleppa út um landoddarnar at ferðast.
Útflutningsvinnan segði seg vera væl nøgda og brúkti flutningskapacitetin á tamp. Serliga vísti Smyril og dugnaliga manning hansara bæði á sjógvi og landi seg at klára ein eftir umstøðunum ótrúligan regularitet á rutuni, og tað hevur hóast alt stóran týdning fyri útflutningsvinnuna.
Tann spírandi ferðavinnan var eisini fegin um Smyrla-rutuna niður á bretska meginlandið, eins og ein komandi frálandavinnan ikki kann vera eitt slíkt grannasamband fyri uttan.
Hinvegin vóru føroysk handilsfólk kanska ikki bara fegin um økta møguleikan hjá skúlaungdómi, pensionistum og smáfólki annars sjálvi at ogna sær bíligar og dygdargóðar brúksvørur.
Líka so týdningarmikil Smyrla-leiðin var fyri smámannin heima og føroyingar í arbeiði og/ella lestrarørindum sunnan Munkafles, líka so týdningarleys mundi hon kennast tí privatu eins og almennu yvirstættini, teimum sum bert sjáldan loysa egnan ferðaseðil, men krøkja hann upp í handilsroknskap ella almennan stovn at rinda, og har stendur í veruleikanum í báðum førum tann vanligi skattgjaldarin aftur peningaliga við endan. Tað verður kallað handilsørindi, skeið ella messa, men man mangan vera eins nógv tann reina feria ella reelt samantvinnað við feriu.
Eisini gramdu ferðabarónar seg um, at Smyril ikki var nóg fínt ferðamannaskip, hevði ikki bað á kamarinum og bara kantinumat, men eg ivist ikki í, at fyri vanlig ferðafólk, sum bara ynsktu flutning tvørtur um hav eitt lítið samdøgur, hevði Smyril verið nóg góður í fleiri ár fram.
Fyribeiningin
Tað paradoksala og tragikomiska er bara, at tað júst var eitt borgarligt/liberalt stýri, sum í óðum verki beindi fyri skattgjaldarans egnu uttanlandsfarleið, skotlandssiglingini hjá Smyrli, og tað kundu hasi fólkini av sjálvsøknum grundum saktans gera. Sjálvt mistu tey lítið og einki og fingu økt um stættarmunin millum fólk. Almenni fyribeinarin gjørdist Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, við tá nýfingnari ráðharraábyrgd í m.a. samferðslumálum, men hóast annars sera óhepna hond í so mongum ørðum málum, so er hann neyvan einsamallur skaðagripur við hesi níðingsgerð ímóti vanliga fólkinum, men helst væl stuðlaður av egnum ráðgevum, landsstýrissamgonguni og og sínum baklandi í sjálvstýrisflokkinum.
Væl er veljarin tolin og við lyndi til at gloyma sum frálíður, men tað eg veit um, so eru fólk víða hvar so ørg og frustrerað, at tey á komandi valdegi kortini fara at minnast bæði eitt og annað í hesum sambandi, bæði ta óðu og ljótu gerðina ímóti fólksins reiðarí, hástór og niðrandi orð hjá borgarligum forrætningsmanni á tingi um ikki at vilja fíggja bingoferðir pensionista, ta seriøsu, tó miseydnaðu misálitisroyndina, sum av løgmanni sjálvum argandi varð skýrd at vera leyst krút, umframt tann støðugt afturvendandi tó ivasama pástandin frá landsstýrisins síðu um batnandi livilíkindi hjá fólki.
Umberingin fyri í óðum verki at beina fyri Skotlands-siglingini hjá Strandferðsluni var nakrar fáar milliónir krónur í árligum halli, umframt at Smyril segðist vera óegnaður til farmaflutning og annars ikki leyk fráfengis trygdarkrøv frá sjóvinnumyndugleikum.
Til hitt fyrra - rakstrarhallið - er at siga, at rutan hevði framgongd við útliti til at kunna bera seg um fá ár. Harumframt kundi Aberdeen-rutan breyðføða umleið 70 familjur, sum betaltu vanligan (les: fullan) skatt til landshúsarhaldið. Tað gera manningarnar á Norrønu og Skipafelags-skipunum fyri ikki at tala um hatta týska mær kunnugt ikki, men til hvør sítt reiðarí, sum so aftur hava fingið áður upparbeiddar Smyrla-rutur forerandi og enntá nú annars eru farin at tevja almennan studning. So hatta roknistykki við halli á rutuni kann so absolutt diskuterast í mun til hvat.
Væl var Smyril kanska ikki nóg væl eydnaður til farmaflutning, men hann megnaði so eitt reglusemi á farleiðini, sum helst hevur verið frægari enn núverandi avloysarar.
Oman á alt bygdi pástandur landsstýrismansins um akutt risakrøv frá sjóvinnumyndugleikunum á beinleiðis ósannindi, so sum m.a. ein samgongufelagi hansara tykist hava kunnað skjalaprógvað í bløðunum.
Eitt er, at landsstýrismaðurin við dáragerð síni hevur klárað at beint fyri skattgjaldarans egnu uttanlandsrutu, men mínsann um hann ikki í sama viðfangi hevur verið so nasadjarvur sum at forða fyri tí uppreisn av tí almennu rutuni, sum andstøðan annars boðaði frá, um hon kom framat aftur at ráða fyri borgum.
Sámal Petur í Grund hevur nevniliga yvir fyri Smyril Line bundið landskassan til ikki at fara undir at endurstovna nakra Skotlands-rutu, um Norrøna framyvir fer at sleppa føroyingum upp á land í Hetlandi við víðari møguleika at røkka skotska meginlandinum fyri eyga.
Henda loysnin hjá Sámal Peturi í Grund og Smyril Line loysir als ikki tørvin á einum líkinda sambandi við bretska meginlandið og kann ikki á nakran hátt samanberast við ta oyðiløgdu Smyrla-rutuna, sum var bæði so bílig og ómakaleys, at hon veruliga var eitt tilboð til minni múgvandi sjálvbetalarar, umframt at vera ómøðandi fyri bæði børn og gomul.
Eg skilti væl, tá andstøðuleiðarin á tingi (J. E.) vónsvikin og í øðini inn á hesa uppreisnaforðing landsstýrismansins hótti við at ógilda tilsøgnina til Smyril Line, so títt og knapt destruktørurin varð rikin úr aftur Tinganesi, og politisku vinir Strandferðslunnar (Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin) aftur vóru komnir til róðurs.
Hvat kann gerast?
Men nú henda so væl umtókta almenna Skotlands-farleiðin er fyribeind, og skaðin veruliga er hendur, samstundis sum landsstýrismaðurin fullvarur um óbótagerðina roynir at grugga hana við at fonglast við aðrar privatiseringsætlanir og í hesum máli hevur heitt á privat rikin flutningsfeløg um at flikka onkra lappaloysn saman, so haldi eg av praktiskum orsøkum kortini, at lappaloysnirnar fyri fyrst eiga at fáa ein møguleika at prógva sína nyttu og møguliga mennast til brúkiligar loysnir.
Skipafelagið hevur eins og Smyril Line av einihvørji orsøk higartil ikki viljað vitað av at sigla til Aberdeen. Og undanførslurnr hava higartil ikki tókst serliga greiðar, tíansheldur sannførandi. Umvegis Hetland er eingin góð loysn, men er bæði trupul og kostnaðarmikil.
Scrabster er óhøgligt og serliga við verandi skipafelagsrutu bert einvegis mest sum órbúkilig fyri ferðafólk.
Sum er sakna bæði útisetaføroyingar í Bretlandi og avvarðandi teirra heima eitt líkinda samband. Útflutningsvinnan og tann spírandi ferðavinnan sakna Smyril í Aberdeenrutu.
Frálandavinnan sigst missa milliónaupphæddir til føroyska landshúsarhaldið vegna atgerðarloysi myndugleikanna og verandi privatu flutningsvinnuna at knýta neyðug samband millum grannalond. Og fyribils hómast eingin brúkilig føroysk loysn á flutningstørvinum, men bara undanførslur og atgerðarloysi, alt meðan útlendsk flutningsfeløg eru farin at anda okkum í nakkan.
Frægast hevði sjálvandi verið við eini hóskandi nútímansgerð í síni tíð av táverandi almennu Smyrla-rutuni, men tá kleyvarskapurin longu er hendur, so má í fyrstu syftu dúvast upp á næstbestu loysn, sum tykir mær vera onkursvegna at fáa Norrønu at sigla helst alt árið hvørja viku til Aberdeen og Esbjerg, meðan bert verður silt aðruhvørja viku til Bergen og Seyðisfjarðar, ella við øðrum at leggja annanhvønn túrin til Bergen og Seyðisfjarðar burturúr og ístaðin sigla til Aberdeen, og skuldi eitt slíkt rutunet í mun til verandi bert gjørt siglingina enn rúmsáttarí í tíð, síðani tað er stytri til Aberdeen enn bæði til Bergens og Seyðisfjarðar.
Við verandi ferðamynstri seinnu árini tykist tað hava verið neyðugt at fylla skipið upp við cruise-ferðandi á Bergens- og Seyðisfjarðarfarleiðunum.
Verulig ferðandi nýtast ikki sjóvegis samband oftari enn aðruhvørja viku til Íslands ella Noregs, og snarferðandi høvdu so afturfyri fingið ein eyka møguleika, nevniliga til Skotlands, har tað enntá helst hevði verið stundir til at steðga á og sloppið upp á land.
Omanfyristandandi uppskot sum møguleika hevur Smyril Line sjálvt sum privat rikin fyritøka moralska skyldu til at kanna seriøst, og ikki minst síðani skattgjaldarin áður hevur veitt felagnum í trongstøðu andahjálp, eins og nógv vanlig fólk hava stuðlað reiðarínum við partabrævakeypi, tó uttan at hava fingið nakra sum helst ávirkan á stjórnanina.
Smyril Line (Norrøna) eigur annars at vera meira opið og kunnandi mótvegis almenninginum og brúkaranum. Tá hevði Smyril Line møguliga kunnað verðið eitt fólksins reiðarí, sum almenningurin hevði viljað staðið saman um og kent gubbaskap at, eisini um útlendsk flutningsfeløg vildu troka seg inn á ferðamarknaðin.
Afturat øllum kundi eisini landskassans egna flogfelag (Atlantsflog) kanna eftir, at um til bar at millumlenda onkrar vikudagar til og úr Danmark upp á skift í Stavanger og Aberdeen.
Aðrastaðni flúgva flogfeløg jú upp á »omstigning«, og ferðafólk finna seg í avstingarum og millumlendingum. Tola føroyingar ikki eisini tað?
Mærsk Air hevur í heyst forvitnisliga roynd at bjóða føroyingum slíka tænastu, t.d. úr Vágum via Billund til europeiskar stórbýir fyri sera lágan kostnað, og er hetta helst samstundis ein roynd at fylla teirra Føroya-flogfar og samstundis taka frá kappingarneytanum AA.
Megna og røkka privat riknu flutningsfeløgini ikki at nøkta tørvin, heldur ikki privat/hálvalmen ella slík við umvegis almennum studningi t.d. skattaafturbering ella almennum garantium, so eigur tað almenna (landskassin/skattgjaldarin) burturav at taka um endan aftur og tá við mesta hensýni til sín sjálvt.
Tað kann í longdini vera bæði kostnaðarmikið og stokkutur svøvnur at lata sjóvarfallið fara og bara lata standa til. Livst so spyrst!
EyJo