Nýggjasta skotið á skotska rock trænum eitur Glasvegas. Við teirra spennandi blandi av wall of sound framleiðslu, 60ára poppi og noise rocki hava tey elvt til rósur og hype. Eyðkenda og serstakliga skotskt klingandi røddin hjá sangaranum James Allan ger eisini sítt.
Í kvøld hyggja vit nærri at Glasvegas, men vit hyggja eisini nærri at eini røð av øðrum skotskum nøvnum, ið hava sett sín dám á skotska rock landslagið seinastu 30 árini.
Tilsamans vitja 13 skotsk nøvn kvøldsins Rokkstovu.
Tónleikaliga fevna tey frá punk/post punk til noise rock/shoegaze til folk/post rock til electronica til nýggjari indie lótir. Nøvnini, ið vera at hoyra eru; The Skids, Josef K, The Jesus & Mary Chain, The Vaselines, Cocteau Twins, Primal Scream, Mogwai, Arap Strap, Boards of Canada, Belle & Sebastian, Franz Ferdinand og Glasvegas.
Rokkstovan í kvøld kl. 19.15.