Skotskur elektropoppur

Skotski bólkurin Nightlight spælir eina blanding av elektropoppi og indi-rokki. Smakkiroyndir av fløguni Until You Hear, ið kemur seinni í ár 2006, hava longu nú vakt áhugan hjá stórum plátufeløgum í USA.

 Sjálvir siga limirnir í bólkinum, at teirra tónlistarligu fyrimyndir eru bólkar sum Soulwax, The Police, Tree 63, Radiohead , Jethro Tull, Daft Punk og Abba. S
íðani bólkurin bleiv stovnaður hevur hann m.a spælt á ymiskum kristiligum tiltøkum, so nevndum outreach events, á gøtuni, í skúlum og í fongslum. Limirnir siga, at endamálið við bólkinum er at boða gleðiboðskapin, at uppbyggja tey trúgvandi og at æra Gud.