Glasgow: Fótbóltsskotland er í døpuduga í hesum døgum. Ikki akkrát tí Føroyar koma á vitjan, men heldur av kroystu støðuni, sum landslið teirra er í í løtuni. Tað man nevnliga vera sjáldan ? um nakran tíð - at skotska landsliðið hevur eina somikið veika grundstammu, sum teir hava í løtuni. Einastu leikararnir, sum kunnu rópast fyri stjrønur, eru helst Paul Lambert og Barry Ferguson, men heldur ikki teir eru heilt á ovastu tindunum í løtuni.
Tá er munur á, hvussu liðið sá út í ?70- og 80?unum.Kenny Dalglish, Billy Bremner, Gordon Strachan og Gary MacAllister fyri bert at nevna nakrar, vóru leikarar, sum høvdu sína dagligu gongd í avgjørda europeiska oddinum. Í dag er tað bert Paul Lambert, sum hevur slíkar royndir, men tað er nakað síðani, at hann við Dortmund var við til at vinna Europa Cup kappingina, og sum so er hann eisini ógvuliga ivasamur til dystin móti Føroyum.
Tí tykist í nógvar mátar, sum um virðingin fyri egnum mátti fullkomuliga er burtur. Tó at Føroyar í allar mátar áttu at verið ein pinkulingur í mun til Skotland, so verður frá flestu síðum gjørt nógv burturúr, at hetta er ein trupul dystur. »Vit hava orsøk at óttast« og »Føroyar eru ikki lættar« eru bert tvær av mongu yvirskriftunum, sum seinastu dagarnar hava prýtt ítróttarsíðurnar í skotskum bløðum, og sjálvur tykist Berti Vogts eisini at hava hálvgum garderað seg ímóti vónbrotinum, sum tað verður, um Skotland ikki vinnur. Í samrøðum við ymsar miðlar leggur hann dent á, hvussu væl skipað føroyska verjuspælið er, og at tað mest sum er ógjørligt at skora móti okkara, tá tíggju mans standa í verjupartinum.
Og spyrt tú skotan á gøtuni, so er mest sum eingin teirra, ið tykist rósa landsmonnum sínum. »Scotland is shit« og »Berti should go« tykjast vera standard-svørini, sum taxaførarar og tænarar hava til fótbóltsspurningarnar, sum verða settir. Og besta svarið í so máta mundi ein føroyskur áskoðari helst fáa, tá hann eitt sindur erpin vildi gera vart við, at føroyska liðið ætlaði sær okkurt.
»We?re gonna beat Scotland« segði áskoðarin ramliga við ein tænara, tá hesin fregnaðist um, hvørji ørindi teirra vóru her niðri. Og so kom kontanta svarið.
»That shouldn?t be to hard!«