Ískoyti til brennivínsspurnarkanningin og fyribrigdið »dupultmoralur«

   

"Dupultmoralur" er ikki annað enn ómoralur, men hetta orðið, verður áhongt nøkur av okkum og merkir, at vit liva annað heima enn burtur, eru, simpul, hál og serstakliga óálítandi

Tá blaðmaður Dimmalættingar, Uni L. Hansen, ringdi og setti tvinnar spurningar um ávíkavist framleiðslu og innflutning av rúsevni, segði eg, at her fer "dupultmoralur" at verða brúkt um okkum sum svara ja, fyri innflutningi og nei fyri framleiðslu.
"Dupultmoralur" er ikki annað enn ómoralur, Eitt "forfína" og nú útvatnað orð fyri ómorali, sum helst er komið upp undir eini ella aðrari veitslu, og verður áhongt ávís sløg av fólki, sum eru óálítandi, hál, simpul og liva eitt lív heima og annað burtur.
Vit sum eru komin nakað til árs, og sæð partar av avleiðingunum, sum brennivínið hevur havt, har tað í ómetaliga mongum førum er misnýtt, teir ræðuleikar hetta hevur elvt til fyri so mong hjúnaløg og tað mest syrgiliga, hvussu hetta hevur gjørt seg inn á verjuleys børn, oyðilagt lív teirra, høvdu ynskt, at hetta ongantíð kom til landið.

Hvør avgerð grundarlagið fyri mómorali
Tað er gott, at nøkur eru, sum eru afturhaldandi, og í øllum førum siga nei til framleiðslu her á landi, um ikki annað fyri at vísa, at vit mótmæla hesum drykki, sum hevur havt eina so syrgiliga oyðandi ávirkan á óteljandi familjur og oyðilagt lívið hjá børnum og ungum, sum vóru við at seta føturnar inn á - kanska - eina gylta lívsleið.
Leggjast skal tó afturat, at tey eru mong, sum duga at nýta hetta við tign.
Men at vit av bæði Javnaðar- og Sambandsblaðnum, løgtingsmonnunum Tórbirni Jacobsen og Kaj Leo Johannesen verða skýrd ómoralsk av hesum orsøkum, tað er ovboðið.

Stórur samfelagskostnaður
Nú Javnaðar- og Sambandsblaðið gera so nógv burtur úr hesum ómorali, kundi verið hóskandi at víst á allar teir hjálparstovnar sum stinga seg upp, og flestu teirra, verða fíggjaðir úr landskassanum. Hesum landskassa sum fyrst tekur hópin av peningi inn av rúsevnisnýtslu, og sum ger, at ótal av fólki forkemur bæði sær sjálvum og børnum teirra, fyri síðani at fíggja hesar stovnar av landkassavinninginum av brennivíni, og soleiðis bøta um tílíkar ógerðir.
Í kanning, sum fyri nøkrum árum síðani varð gjørd í Noregi, varð sagt, at fyri hvørja krónu ríkiskassin fekk inn í tolli, fór hálvonnur króna út í sjúkrahúskostnaði av rúsdrekkaávum. Her var ikki roknað við mistarari arbeiðstíð, við oyðiløgdum hjúna- og familjulívi og árini á børnini og fólki sum sosialt fullu burtur í millum.

Skýrdur ómoralskur av ávísum politikara
Ofta verður tikið til, at "danir duga betur at drekka enn Føroyingar". Ja, sum eg helt fyri einaferð í tinginum, "teir duga so mikið væl, at teir duga best". Fyri kortum var ein frágreiðing í fjølmiðlunum, at "danir drukku mest í Norðanlondum".
Ídag skriva bæði Javnaðar- og Sambandsblaðið ikki so sjáldan um "tann veika" í samfelagnum ella samfelagstaparan, og um at "ov lítil peningur verður settur av til at byggja upp, tað sum er oðyðilagt", av rúsevnismisnýtslu.
At oddagreinahøvundarnir ? møguliga ávíkavist Jan Müller og Beata L. Samuelsen ? í Javnaðar- og Sambandsblaðnum, skulu skýra meg ómoralskan, er kanska ikki annað enn væntandi, men at maður sum Tórbjørn Jacobsen, skal skýra meg ómoralskan, og at hann skal "punktera allan dupultmoral", finni eg meg ikki í!!