Skoytibreytin letur ikki upp í morgin kortini

Veðrið argar, og skoytibreytin letur heldur upp mánadagin

Í morgun skrivaðu vit, at skoytibreytin í Havn letur upp í morgin 17. november. Tað hevur allatíð verið ætlanin, men nú boðar Tórshavnar kommuna frá, at upplatingin verður útsett nakrar dagar.

 

Orsakað av veðrinum letur skoytibreytin upp mánadagin 19. november.

 

- Tað er so lýtt í veðrinum og hevur regnað ov illa til, at tað hevur eydnast at fáa vøllin kláran at skoyta á. Veðrið fer at halda sama hita um vikuskiftið, so eftir ætlan letur vøllurin ikki upp í morgin sum ætlað, men mánadagin klokkan 14, skrivar Tórshavnar kommuna.

 

 

Upplatingartíðirnar verða tær somu:

 

Mánadag – Fríggjadag: 14 – 22

Leygardag: 10 - 22

Sunnudag: 14 – 22

 

Tó:

31. desembur - Nýggjársaftan 14-17
1. januar - Nýggjársdag 16-22
2. januar - 10-22
3. januar - opið sum vanligt.