Leygardagin verður seinasti møguleiki hjá fólki at hugna sær á skoytubreytini fyri hesu ferð, tá býráðið endar sesongina við tónleiki, kaffi og pylsum. Skoytibreytin á Skálatrø má sigast at vera ein sólskinssøga burturav.
Sagt verður, at umleið 27.000 fólk hava hugnað sær á breytini hesar mánaðirnar, hon hevur staðið uppi á Skálatrø.
Eftir áheitan frá einum av yngru borgarunum í býnum hevur skoytibreytin verið opin tvær vikur longri enn upprunaliga ætlað, men leygardagin verður so seinasti dagur á hesum sinni, at fólk sleppa at renna á skoytum á Skálatrø.
- Vit ætla at markera afturlatingina við tónleiki, kaffi og pylsum leygardagin seinnapart. Og so haldi eg, at royndirnar hava víst, at við føroyska veðrinum er tað eitt gott hugskot at hava breytina innilokaða, tá hon letur upp aftur komandi heyst, sigur Heðin Mortensen.
Tað er sjálvandi illfýsið í regni og vindi at renna á skoytum undir opnum Himni, og tí verður arbeitt við møguleikanum at inniloka skoytubreytina, helst undir einum tjaldi, tá latið verður upp aftur komandi heyst.
Vodafone hevur leigað vøllin frá klokkan 9 á morgni til klokkan 15 seinnapartin, og tá verður ókeypis at skoyta. Eftir klokkan 15 tekur kommunan yvir, og tað verður framhaldandi ókeypis at skoyta so leingi fólk orka.