Skoytubreytin letur upp í dag

Seinastu tveir vetrarnar hevur skoytubreytin hjá Tórshavnar kommunu verið á parkeringsplássinum á Skálatrøð – seinasta vetur í tjaldi. Men nú er øðrvísi, tí skoytibreytin er nú løgd á parkeringsøkið í Gamla kommunuskúlagarðinum millum býráðshúsini og býráðssalin.

Hetta merkir, at nøkur fá parkeringspláss eru tikin til breytina á Vaglinum. Hinvegin verða fleiri enn 40 parkeringspláss tøk á Skálatrøð, sum annars høvdu verðið tikin til Íshøllina. Hetta umframt, at fleiri pláss verða gjørd tøk í gongugøtuni og í nærumhvørvinum annars.

Nógv verður gjørt við at hugna kring vøllin og at gera alt økið so jólaligt og hugnaligt sum gjørligt. Skipað verður fyri ymsum tiltøkum og tónleiki við breytina.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at staðsetingin av skoytibreytini er gjørd í samráð við handilslívið í miðbýnum.

Eini 25.000 fólk hava vitjað vøllin á hvørjum ári.