Skrædl í seinna hálvleiki

Faxe Kondi-kappingin: Tað skrædnaði í seinna hálvleiki í dystinum ímillum Kyndil og VB

Tveir dystir eru spældir í steypakappingini hjá kvinnum í hondbólti, sum eitur Faxe Kondi-kappingin. Í bólki 2 var dystur í høllini á Hálsi ímillum Kyndil og VB, meðan VÍF tók ímóti StÍF í Vestmanna í dysti í bólki 1.

 

Tað leikaði javnt ímillum Kyndil og VB - í øllum førum í fyrra hálvleiki. Kyndil hevði lítla yvirvág á máltalvuni, men munurin var ongantíð størri enn eitt ella tvey mál. Beint undan hálvleikssteðginum hevði VB møguleikan at javna til 11-11 í einari støðu, har vágbingar hildu seg eiga brotskast. Tó bleiv onki dømt, og ístaðin fekk Kyndil síðsta álopið í hálvleikinum og endaði við at fara til hálvleiks á odda 12-10.

 

Í seinna hálvleiki byrjaði VB at bíta frá sær, tí tað eydnaðist útiliðnum at javna til 13-13. Tó byrjaði Kyndil aftur at draga frá, tá ið kyndilskvinnur løgdu seg á odda 16-14. Síðsta korterið byrjaði veruliga at skrædna ímillum liðini, og endin var tann, at Kyndil vann heili 27-18.

 

Úrslitið gevur hesa støðuna í bólki 2:

 

1. Kyndil 4 stig

2. VB 2 stig

3. Stjørnan 0 stig

4. H71 0 stig

 

Kyndil og VB hava spælt tveir dystir, meðan Stjørnan og H71 hava spælt ein. Sigurin hjá Kyndli merkir, at kyndilskvinnur hava tryggjað sær pláss í hálvfinaluni í steypakappingini.

 

Dysturin í bólki 1, sum varð spældur í Vestmanna ímillum VÍF og StÍF, endaði við greiðum sigri til heimaliðið, sum vann 26-19. Trý lið eru í bólki 1, og var hetta fyrsti dystur, sum varð spældur í bólkinum.

 

Støðan í bólki 1 er tískil hendan:

 

1. VÍF 2 stig

2. Neistin 0 stig

3. StÍF 0 stig

 

Málskjúttarnir í dagsins kvinnudystum síggjast niðanfyri:

 

Kyndil-VB 27-18 (12-10)

 

Kyndil: Súna Krossteig Hansen 5, Turið Arge 5, Anna Brimnes 4, Guðrið G. Eystberg 4, Bjarta Johansen 3, Bára Krossteig Hansen 2, Anja Eliasen 1, Anja Hammer 1 og Gudrun Restorff 1.

 

VB: Danijela Mistric 11, Gurið K. Augustinussen 3, Bára Krosslá Mortensen 2, Maria Halsdóttir Weyhe 1 og Rannvá Johannessen 1.

 

 

VÍF-StÍF 26-19 (12-10)

 

VÍF: Daniella Joensen 7, Liljan Djurhuus 5, Ema Bezanovic 4, Brynja Rógvadóttir 3, Agnas Olsen 3, Randi Virgarsdóttir 3 og Ró Nielsen 1.

 

StÍF: Birna T. Johannesen 5, Ninna K. Johansen 4, Poula Berg 3, Sunfríð B. Johansen 2, Rebekka Poulsen 1, Heidi Sevdal 1, Ingibjørg Kass 1, Anna Danielsen 1 og Durita Hummeland 1.