Skrá fyri Dansibandsfestivalin tøk og fyrstu vognarnir komnir

Skráin til Dansibandsfestivalin 2021 er klár og eru lunnarnir lagdir undir eitt vikuskifti í Vági við góðum dansitónleiki, konsertum, góðum mati, gudstænastu, gongutúri í vøkru náttúruni kring Vág – og ikki minst hugna.

Longu nú eru fyrstu húsvognarnir at síggja veturi á Eiðinum, og hava teir funnið sær góð pláss at standa á undir dansibandfestivalinum.

Dansur og mong tiltøk eru á skránni:

Fríggjadagin 30. apríl 2021

Kl. 12.00-14.00 Dansibands-brunsh í VB-húsinum.  Dansibands-brunsh er íroknað vikuskiftispassinum. Øll hjartaliga vælkomin.

Kl. 14.00 Konsert í VB-húsinum við Magna Christiansen

Kl. 16.00-17.30 Line-dansur við Birgir og Hervør Samuelsen í VB-húsinum. 

Kl. 20.00 felagssangur Hjalmar & Dagfinn spæla undir og suppu v/breyð í Vágs Høll. 

Kl. 22.00 Uppá tá við Finnur S. Olsen beinleiðis í útvarpinum hjá KVF frá Dansibandsfestivalinum úr Vágs Høll.

Kl. 23.00 Dansibands orkestur spæla til dans í Vágs Høll. Norrøna Dansband og Sunrise spæla til dansin. 

Kl. 04.00 Dansurin endar.

Leygardagin 1. mai 2021

Kl. 10.00 Gongutúrur við frásøgufólki. Ókeypis tiltak. Áhugaði møta við Tríkantin á Sandinum.

Kl. 14.00 Dansibandsgudstænasta í Vágs Høll, Uni Næs, dómpróstur, prædikar. Magni Christiansen framførir undir gudstænastuni.

Kl. 15.30-17.00 Line-dansur við Birgir og Hervør Samuelsen í VB-húsinum. 

Kl. 19.30 Grillkvøld í Vágs Høll. Á matarskránni er grillaður búffur, ovnbakaði petit eplir, salat og sós. Sum vant verður eisini góður felagssangur, hugni og harmonikutónleikur afturvið. 

Kl. 23.00 Dansibands orkestur spæla til dans í Vágs Høll. Til dansin spæla Hans Jacob & vinmenn og Fourmenh

 

##med2##