Hósdagin byrjar ársins G! festivalur.
Høvuðsnøvn á G! í ár eru Tim Christensen og The Damn Crystals úr Danmark, Veronica Maggio úr Svøríki og John Grant úr USA. Tim Christensen og Veronica Maggio er á skránni leygarkvøldið og John Grant spælir sunnudagin.
Tim Christensen kenna føroyingar væl sum góðan og royndan rocktónleikara, ið langt síðani hevur sligið navn sítt fast.
Veronica Maggio er millum størstu poppstjørnur í Svøríki júst nú. Hon hevur vunnið fleiri grammy heiðurslønir og eisini fleiri aðarar heiðurslønir.
John Grant úr USA er nokkso nýggjur á stjørnuhimmalinum, men verður av ummælarum róstur til skýggja. Fyrsta fløga hansara frá 2010 varð av Mojo kosin ársins besta, meðan onnur eisini høvdu hana millum tær fremstu.
Byrjar so smátt
Hetta er 11. G! festivalurin og yvir 50 framførslur eru á skránni á trimum pallum teir 3 dagarnar festivalurin er.
Hósdagin klokkan 16 byrjar festivalurin tónleikaliga, men longu mikukvøldið klokkan 18 letur tjaldingarøkið upp.
Frá í dag og næstu dagarnar ber til at fáa armbond á í SMS og har eru eisini tónleikaframførslur næstu dagarnar.
Børnini fáa eisini sítt, sum vanligt, og eins og 10 tey síðstu árini stendur Angela Petersen fyri at undirhalda børnini. Føroysk og afrikonsk mentan er tema í ár, umframt at ymiskt annað er til børnini eisini, eittnú ponyríðíng og skattaveiða.
Onnur útlendsk nøvn eru t.d. Raske Penge úr DK, Amsterdam Klezmer Band úr Hollandi, Retro Stefson úr Íslandi, Nanook úr Grønlandi og Kapten Rød úr Svøríki.
Millum føroysku nøvnini eru Eivør, Frændur, Lív Næs, Hamferð, Høgni Lisberg, Tróndur Enni, 200, Guðrið Hansdóttir, Dánjal, Gipsy Train og mong onnur.