Upp undir Ólavsøku hevði leikurin Skrímslini hjá Karavella Marionett-Teatri frumsýning í Sjónleikarhúsinum. Tá vóru seks sýningar fyri fullum húsum, men tíverri steðgaðu sýningarnar vegna forfall. Nú um vikuskiftið verður leikurin uppafturtikin, hesaferð á Tjóðpallinum.
Sýningarnar verða leygardagin 11. august klokkan 15 og 17 og sunnudagin 12. august somu tíðir.
Leikurin er bygdur á bøkurnar um lítla og stóra skrímsl eftir Áslaug Jónsdóttir, Kalle Güettler og Rakel Helmsdal. Rakel Helmsdal hevur gjørt leikritið, gjørt marionettir og pallmynd og er dukkuførari. Hedvig Westerlund-Kapnas leikstjórnaði og Árni Baldvinsson og Kjartan Nolsøe Jespersen hjálptu við tøkni. Ole Jakob Nielsen smíðaði.
Bøkurnar um skrímslini eru higartil seks í talið og sjeynda bókin kemur væntandi í heyst. Tær eru skrivaðar á trimum upprunamálum, føroyskum, íslendskum og svenskum og umsettar til danskt, norskt, finskt, franskt, spanskt og kinesiskt. Tær hava fingið fleiri heiðurslønir og útnevningar og sera góð ummælið í øllum londum. Norðurlendska rithøvundasamstarvið millum Jónsdóttir, Güettler og Helmsdal er serstakt, ógvuliga fá tvørmálslig høvundasamstørv hava havt so langa livitíð og góð úrslit.