Skrásetingargjald fyri rættin

Í rættarforhandlingum í dag í Føroya Rætti er fyribils semja um, at føra tvey mál fyri rættin, sum skulu skapa precedens fyri hini 15-20 málini, har fólk hava stevnt TAKS Tá lógin um skrásetingargjald í 1999 varð broytt, fylgdi ongantíð nøkur himild við so TAKS kundi krevja inn skrásetingargjaldið. Ikki fyrr enn í 2005, tá myndugleikarnir høvdu varnast brølaran, vórðu heimildirnar fingnar upp á pláss, men tá hevði TAKS ólógliga kravt hesi gjøld inn í seks ár.

Fólk, sum í hesum tíðarskeiðinum hava keypt bil, hava tí goldið skrásetingargjald, sum tey ikki áttu, og fleiri teirra hava tí gjørt av at saksøkja TAKS eftir pengunum.

Sum skilst er talan um stóra peningaupphædd tilsamans, kanska so nógv sum 125 milliónir krónur.

Av tí at talan er um rættiliga líkar sakir, samdust sakførararnir fyri TAKS og tey saksøkjandi um, at taka tvær sakir fram, sum innihalda øll elementir í málinum, og skulu hesi síðani skapa precedens fyri hinar sakirnar.

Dómarin heitti samstundis á sakføraran hjá TAKS um at taka upp við stovnin, um teir vildu halda sakarmálskostnaðin fyri hesar báðar sakirnar.

Tað eru fleiri aspektir í sakunum. Tey umfata stevning av TAKS, stevning av bilasølunum, bilasølunnar stevning av TAKS og spurningin um fyrning. Eina sakin hevur øll hesi aspektir.

Síðani fer Bjørn á Heygum at royna sítt egna mál, sum er serligt á tann hátt, at bilasølan ikki longur er til, og at hann tí stevnir TAKS beinleiðis uttan um nakran millummann.

Nú skal sakførarin hjá TAKS so kanna, um hesi bæði málini kunnu góðtakast sum umboðandi, og um TAKS er til reiðar at rinda fyri sakarmálskostnaðin. Tá tað er greitt, verður nýggjur rættarfundur ásettur.