Hevði TAKS heimildirnar í lagi, tá stovnurin í tíðarskeiðinum 1999 fram til 2005 kravdi skrásetingargjald frá bileigarunum. Kunnu bileigarar, ið hava keypt bil í nevnda tíðarskeiði, fara beinleiðis til TAKS eftir endurgjaldi uttanum bilasølurnar. Og eru summi av málunum fyrnað.
Tað eru spurningarnir, sum dómarin skal taka støðu til.
Talan er sjálvandi um fleiri hundrað bilahandlar hesi seks árini, men fyri at spara bæði tíð og orku er semja um, at taka fram tvey mál og tveir bilaeigarar.
Talan er um Rodmund Nielsen, stjóra og politikara, og um Bjørn á Heygum, ið sum kunnugt er ein av framstandandi sakførarunum í Føroyum.
- Mítt mál er rættiliga serligt við tað, at bilafyritøkan, sum eg keypti bilin frá, er farin av knórannum, og tí ber heilt einfalt ikki til at fara eftir henni, sigur Bjørn á Heygum.
Hann heldur tað ikki verða í lagi, at hann á henda hátt ikki kann fara beinleiðis eftir TAKS, tí bilafyritøkan púra tilvildarliga ikki er til meira.
Málið byrjaði, tá lógin um skrásetingargjøld av akførum varð broytt í 1999. Trupulleikin var bert, at kunngerðin, sum heimilaði TAKS at krevja skrásetingargjaldið inn, ongantíð varð sett í gildi.
Hetta førdi so við sær, at TAKS í heili seks ár kravdi inn skrásetingargjøld frá bilasølunum, sum so aftur kravdi pengarnar inn frá bilakeyparunum.
Ikki fyrr enn í 2005, tá tað komst fram til, at heimildin vantaði, var hesin brølarin rættaður, so heimild nú finst fyri innkrevjingini.
Men hetta hevur so fingið bileigarar, sum hava keypt bil í tíðarskeiðinum 1999 til 2005, at stevna TAKS eftir pengunum, sum teir – sambært saksøkjarunum – ólógliga hava kravt inn.
Jólagáva
TAKS hevur ført fram, at talan er um ein spurning millum bilasøluna og keyparan, og tað hevur so ført til, at keypararnir í teimum førum, har tað ber til, eisini hava stevnt bilasølunum – sum so aftur hava stevnt TAKS.
Við rættarforhandlingunum fyrr í ár legði dómarin upp til, at vald var ein ella fleiri sakir, sum vóru umboðandi fyri allar síðir av málinum, og semja varð síðani gjørd um, at velja tvær sakir út.
Onnur hevði flest øll aspektir: Stevning móti TAKS og stevning móti bilasøluni, bilasølan hevði stevnt TAKS, og viðkomandi hevði tveir bilar, har málið um annan var fyrnað.
Í hinari sakini er bilasølan ikki til longur, og tí er TAKS einasti møguleiki fyri stevning. Og í teirri sakini er tað Bjørn á Heygum sjálvur, sum er saksøkjarin.
Fríggjadagin hittust partarnir so aftur í Føroya Rætti, og málsviðgerðin tók meginpartin av degnum. Stórur partur av viðgerðini var rættiliga tekniskur, men TAKS hevði góðtikið, at hesi bæði málini vórðu førd sum royndarsakir.
- Talan er um ein prinsippspurning, og tí ber heldur ikki til at finna fram til eina semju í málinum, sigur Bjørn á Heygum.
Málið er nú tikið upp til dóms, og avgerðin verður kunngjørd 22. desember – og tað verður ein jólagáva til annan av pørtunum, so ella so.