Skrá í tólv tættum til forðing fyri píning

Píning er grundleggjandi brot móti mannarættindum og er bannlýst av aðalfundi sameindu tjóða sum brot móti menniskjavirðum, einsvæl og bannað sambært tjóðarrætti og altjóða lóg.

Hóast hetta, vera menniskju dagliga pínd um allan heimin. Amnesty International hevur tær royndir, at ikki er nóg mikið við lógarbanni. Neyðugt er beinanvegin at fara í stríð móti píning og aðrari grimari, ómenniskjansligari og niðrandi viðferð ella revsing, sama hvar tær verða framdar, til tess at útrudda tey fullkomiliga.

Amnesty International heitir á allar stjórnir um at seta hesa skránna í verk til tess at útrudda píning. Áhugaðir einstaklingar og felagsskapir verða bodnir við at fremja ætlanina. Amnesty International heldur, at verður hendan skráin sett í verk, ber tað boð um, at stjórnirnar eru sinnaðar at taka av píning og at virka fyri at hetta verður gjørt um allan heimin.

1. Almenn avsøgn av píning

Ovastu myndugleikarnir í øllum londum eiga at sýna teirra fullu andstøðu móti píning. Teir eiga at gera øllum embætisfólkum, ið hava til starv at halda lóggávuna uppi, greitt, at píning verður ikki told undir nøkrum umstøðum.


2. Avmarking av fongsling í avbyrging

Fólk verða ofta pínd, meðan tey sita avbyrgd í varðhaldi, og ikki fáa sett seg í samband við nakran uttanfyri at fáa hjálp ella fáa at vita, hvat fer at henda teimum. Stjórnirnar eiga at skapa trygd fyri, at tílík avbyrging ikki gevur møguleika fyri, at fangar verða píndir. Tað er av størsta týdningi, at allir fangar verða settir fyri ein dómara beinanvegin eftir, at teir eru handtiknir, og at skyldfólk, sakførarar og læknar uttan drál fáa regluliga atgongd til teirra.


3. Eingi loynilig fongsul

Í summum londum verða fólk pínd í loyniligum varðhaldum eftir at tey eru »horvin«. Stjórnirnar eiga at tryggja, at fangar verða havdir í alment viðurkendum støðum, og at sannar upplýsingar verða givnar skyldfólki og sakførarum teirra.


4. Trygdartiltøk undir avhoyring og í varðhaldi

Stjórnirnar eiga regluliga at endurskoða mannagongdirnar fyri varðhaldi og avhoyringum. Allir fangar eiga beinanvegin at fáa at vita, hvørji rættindi teir hava, heruppií eisini rætt til at klaga um ta viðferð, teir fáa. Regluligt eftirlit av óheftum eftirlitsfólkum eigur at vera við varðhaldsstøðum. Ein týdningarmikil trygd móti píning er, at teir myndugleikar, ið hava ábyrgdina av varðhaldi og avhoyringum, eru sínámillum óheftir.


5. Óheftar kanningar av frágreiðingum um píning

Stjórnirnar eiga at tryggja, at allar klagur og frágreiðingar um píning verða gjølla kannaðar av óheftum fólki. Kanningarháttur og úrslit eiga at verða kunngjørd. Tey, ið klaga, eins og vitni eiga at verða vard móti yvirgangi.


6. Frágreiðingar, givnar undir píning, mega ikki verða brúktar

Stjórnirnar eiga at tryggja, at játtanir um at vera sekur ella onnur prógv, fingin til vega undir píning, ongantíð verða brúkt í rættarmálum.


7. Píning eigur at verða bannað við lóg

Stjórnirnar eiga at tryggja, at píning er revsiverd sambært revsilógini. Sambært altjóðarætti má bann móti píning ikki verða sett úr gildi undir nøkrum umstøðum, eiheldur í krígstíð ella í undantaksstøðu.


8. Tey, ið hava gjørt seg sek í píning, eiga at verða revsað

Tey, ið hava framt píning, eiga at verða rættarsøkt. Hendan grundreglan eigur at verða fylgd, sama hvar brotsverkið varð framt og sama hvønn tjóðskap brotsmaðurin ella ofrið hava. Tað eigur ikki at finnast nakar griðstaður fyri tílíkar brotsmenn.


9. Útbúgving

At píning er brotsverk eigur at vera ein partur av upplæringini av øllum embætisfólkum, ið hava við varðhald, avhoyring og viðgerð av fangum at gera. Tey eiga at fáa at vita, at tey hava skyldu til at sýta fyri at líða boð um at pína fangarnar.


10. Endurgjald og uppreising

Offur fyri píning og teirra avvarðandi eiga at hava rætt til endurgjald. Ofrini eiga at fáa læknahjálp og uppreising


11. Altjóða tiltøk

Stjórnirnar eiga at sýta fyri øllum sambandi við stjórnir, ið nýta píning, ið kann tulkast sum at borið verður í bøtuflaka fyri teimum. Altjóða mannagongdir eiga at verða skipaðar og brúktar til bráðfeingis kanning av skuldsetingum um píning og munagóð fyribyrgingartiltøk. Stjórnirnar eiga at tryggja sær, at veiting av hernaðar-, trygdar- ella løgregluhjálp ella upplæring til onnur lond ikki kann medvirka til at píning verður framd.


12. Staðfesting av altjóða sáttmálum

Allar stjórnir eiga at staðfesta sáttmálar, ið fremja trygd móti og fyribyrging fyri píning, heruppií Altjóða semingin um borgaralig og stjórnmálalig rættindi og Valfrælsa gerðaskjalið til semingin, ið hevur reglur um einstaklinga kærurætt.