Skrátt upp við Sjómans- og Maskinmeistaraskúlanum

Tað er nýggjárs heilsanin frá løgtinginum til lærarar og næmingar á Vinnuháskúlanum

Samanlagdi Sjómansskúlin og Maskinmeistaraskúlin, Vinnuháskúlin, sum í fleiri ár hevur verið og framvegis er, millum tær fáu hægri útbúgvingarnar í Føroyum, sum er viðurkend kring allan heimin, fær fingurin og er nú skerd inn á bein.

Í staðin fyri, at menna um førleikan hjá skúlanum, stovna aðrar útbúgvingar og fáa hann upp á eitt enn hægri støði, skal skúlin nú pínast niður í knøini. Millióna upphæddir skulu sparast. Stjórin, skal næsta ár taka støðu til, hvussu hann á bestan hátt í samsvar við ynski løgtingsins fær knúst henda skúlan, sum hevur givið Føroyum so nógv. Ikki tí stjórin so fegin vil tað, men tí Fíggjarnevndin við Annfinn Kallsberg hevur avgjørt, at so skal vera.

Nógv tey síðstu árini hevur Sjómansskúlin tikið næmingar inn tvær ferðir um árið. Nú hevur landsstýriskvinnan, Helena Dam á Neystabø, sambært fíggjarnevndarálitinum avgjørt, at skúlin bert skal taka næmingar inn eina ferð um árið. Hetta merkir, at eftir trimum árum, er einaferð so stolti Føroya Sjómansskúli og Maskinmeistaraskúlin hálveraður.

Tíverri er niðurskururin av játtanini til Vinnuháskúlan ikki einasta dømi um atgerðirnar samgongan fremir ímóti útbúgving. Og sjálvt um tað er vanlig vitan, at tá arbeiðsloysi veksur, so velja fleiri at fara á skúlabonkin, so er samgongan fullkomuliga líka glað við tað.

Sum varaformaður í Javnstøðunevndini, harmar tað meg, at sjálvt um javnstøðan millum kynini er í bata, so er einki sum bendir á, at kvinnurnar á tingi vilja raðfesta útbúgving. Mong væntaðu, at manliga holfikseringin fór at minka, tíverri. Tvørtur ímóti hava tær kopierað hugsunarháttin hjá monnunum, og eru tær eins glaðar fyri holini ímeðan tær venda rygg til útbúgving.

Sum so mangan, er fíggindin hjá føroyingum og føroyskum sjálvbjargni og framgongd ikki at finna uttan fyri landoddarnar, men millum ráðandi menn og kvinnur í Føroyum.