Skrædl hjá Halli og Vendsyssel

Tað gekk reint galið hjá Vendsyssel í seinna hálvleiki á útivølli í Køge

Liðið hjá føroyska landsliðsspælaranum, Halli Hanssyni, Vendsyssel FF, sum spælir í næstbestu donsku fótbóltsdeildini var á útivølli, og spældi ímóti HB Køge fyrr í dag.

 

Og talan gjørdist um veruligt skrædl hjá Halli og liðfeløgunum. Vendsyssel FF tapti heili 0-4. Í fyrra hálvleiki stóð ikki heilt illa til, tá støðan var javnleikur 0-0, men í seinna hálvleiki skrædnaði tað veruliga. HB Køge kom á odda 1-0 í 48. minutti, og 16 minuttir seinni øktu teir til 2-0. Ímóti dystarenda fekk HB Køge tvey mál aftrat.

 

Talan er um fyrsta tapið hjá Vendsyssel FF í átta dystum. Vendsyssel liggur nummar fýra í næstbestu donsku deildini við 49 stigum fyri 31 dystir. Bert tveir dystir eru eftir at leika hjá Vendsyssel FF, so nú kann AGF, sum liggur á øðrum plássi við 57 stigum ikki røkkast.