Tann 22. november 2000 var Tórbjøn Jacobsen í Degi og Viku alment hongdur út fyri at lúgva. Hann segði, at hann ongantíð hevði kallað Anfinn Kallsberg, løgmann, fyri »danskan leigusvein«, so sum hann var endurgivin fyri at siga í Sosialinum hendan dagin.
Men tá sjónvarpið spældi bandið, har Tórbjørn Jacobsen segði tey síðani so víðagitnu orðini, fekk pípan annað ljóð.
Tórbjørn Jacobsen, táverandi mentamálaráðharri, hevði tá gjørt av, at grundlógardagurin 5. juni ikki longur skuldi vera frídagur í skúlunum, men í staðin altjóða arbeiðaradagurin 1. mai. Hetta dámdi ikki løgmanni, tí kravdi hann av Tórbjørni Jacobsen, at hann broytti avgerðina aftur. Hetta var orsøkin til glefsið mótvegis løgmanni hendan dagin.
Eftir at Sosialurin var komin á gøtuna, sendi Tórbjørn Jacobsen út eitt tíðindaskriv, har hann avsannaði tíðindini í Sosialinum. Hann segði tíðindaskrivinum m. a.:
»Undirritaði hevur ongantíð brúkt hatta orðið (danskur leigusveinur, red) um løgmann og kundi eiheldur nakrantíð funnið upp á tað?«
Í drúgvari grein í blaðnum í dag, har Tórbjørn Jacobsen viðger stríðið millum seg og Høgna Hoydal, vísir hann m. a. til hetta tíðindaskrivið og sigur:
»Tann lygnin var nú eitt produkt av einum tíðindaskrivi, sum lítli messias (Høgni Hoydal, red.) saman við onkrum øðrum, eftir sjálvsagdum kravi frá Anfinni Kalsberg, sendi fjølmiðlunum upp á nakkan á undirritaða, kommunuvalkvøldið í 2000.«
Sostatt gevur Tórbjørn Jacobsen Høgna Hoydal skuldi fyri ta lygnina, sum var ein av orsøkunum til, at Tórbjørn Jacobsen seinni mátti leggja frá sær sum landsstýrismaður.