Skriva sáttmála um granskingardepil

Í morgin hevur Vinnuframagrunnurin skrivað undir sáttmálar um at byggja húsið hjá grunninum við Hoyvíksvegin til ein granskingardepil.

Hetta er ein verkætlan fyri 10 milliónir krónur og talan er sostatt um eina ætlan, sum er munandi skerd afturímóti teirri stórfingnu granskingarlundini, sum landsstýrið arbeiddi við at byggja fyri nøkrum árum síðani og sum skuldi kosta tíggjutals milliónir.

Bygningurin skal verða klárur at flyta inn í um seks mánaðir, segði Rás2 í tíðindunum á miðdegi.

Tað er Búsetur, sum stendur fyri umbyggingini, Leif Mohr ger elarbeiðið og Demich ger hvsarbeiði.

Tey, sum skulu standa fyri rakstrinum verður felagið Inova, sum er eitt samtak ímillum nøkur av størstu virkjunum í landinum og har er Jógvan Jespersen formaður í felagnum Nótaskipum, nevndarformaður.

Virkini, sum eru við í Inova eru Fiskaaling, Marine Harvest, Bakkafrost, Luna, Tavan, MBM, Nótaskip, Havsbrún, TF Holding go Framtak.

Nevndarformaðurin í Innova sigur, at takið verður nú at fáa greiði á, hvørjar granskingarverkætlanir kunnu gerast í Føroyum.

Á myndini verður sáttmálin undirskrivaður.