Súni Merkistein greiðir frá, at áhugin í søguni um norsku Ann hevur altíð verið har. Húsnini har vanlukkan hendi hava verið tosað um gjøgnum barndómsár hansara, og fyri nøkrum árum síðani byrjaði hann at gera sendingina um 22 ára gomlu norsku Ann Alfredsen, sum varð myrd í Havn fyri 50 árum síðani í summar. Hetta var fyrsta morð í Havn í 300 ár.
Súni Merkistein datt av tilvild fram á stubban um Ann Alfredsen í Dimmalætting frá 20. juni í 1967, og fann síðani útav at onki varð skrivað um hendingina í øðrum miðlum tá. Hetta kveikti av álvara áhuga hansara av nýggjum, tí hvat er tað sum ger, at eitt samfelag í samráð samtykkir at tiga eina slíka hending burtur, spyr hann.
Eftir nýggjár kemur av álvara ferð á arbeiði um sendingina, hóast tey avvarðandi hjá manninum, sum drap norsku Ann og síðani seg sjálvan, ikki vildu taka lut í sendingini á nakran hátt. Súni Merkistein heldur at tøgnin sum hevur verið rundan um hendingina enn valdar.
-Tey avvarðandi vilja ikki, at sendingin verður sýnd, men í sendingini er ungi maðurin meir menniskjaliggjørdur enn nakað annað, og eg havi roynt at argumentera, at við sendingini fær hann tað eftirmæli, sum hann hevur uppiboðið og stendur ikki sum einvísur brotsmaður, sigur hann.
Tó, so er søgan um ungu norsku gentuna, sum kom til Føroya sum bert 16 ára gomul, og sum var væl lýdd og avhildin, ein søga sum verd er at siga. Súni Merkistein fekk samband við sysur Ann í Noregi, og familja hennara har vildi fegin vera við í sendingini.
-Vit vinklaðu søguna soleiðis, at hon snýr seg um Ann og sigur søguna, sum vit hava lagt lok á í 50 ár. Søgan er um norsku gentuna, sum kemur til heimsins friðarligasta land, og eftir at hon doyr skriva vit hana út úr føroyskari søgu. Bert dagar eftir hendingina varð ikki tosað meir um tað. Drívmegin hevur verið at varpa ljós á hesa kollektivu, tigandi samtyktina, sigur hann.
Í sendingini verða sjónarmið hjá vinkonum og skúlafeløgum hennara víst fram, og í brøvum sum Ann hevur skriva til føroyska vinkonu í Danmark kemur tíðiliga fram, at hon ikki var sum flestu 22 ára gamlar gentur í 1967.
-Fleiri ungir menn søgdu tá, at hon var populerasta gentan í býnum, og hon bar orð fyri at vera serliga vøkur. Hon skrivar í brøvunum, at hon ikki skal giftast og hava børn beinanvegin, men hon vil liva og njóta lívið.
Súni Meristein leggur afturat, at endamálið við sendingini ikki er at válka í sorgarleikinum, men at siga søgu hennara nágreiniliga.
Les eisini Ynskja ikki at sending verður víst í Kringvarpinum