Løgreglan gjørdi í gjár sokallaðar grein 13 kanningar í Miðvági, har bilførarar og onnur vórðu steðgaðir fyri at vita, um øll teirra viðurskiftir vóru í ordan,
35 persónar vórðu steðgaðir, og heili níggju teirra fingu eina serliga heilsan frá løgregluni.
Tveir prutlførarir vóru steðgaðir. Tann eini fekk bót, tí prutlið ikki var skrásett, umframt at hann ikki hevði nakran hjálm. Tó at hin prutlførarin koyrdi eitt skrásett prutl, so ruggaði heldur ikki alt rætt hjá honum. Umframt at hann koyrdi prutl uttan at brúka hjálm, so hevði hann slett ikki loyvi at koyra prutl. Sostatt fekk hann eisini eina bót.
Harumframt vóru sjey bøtur skrivaðar til bilførarar. Tríggir fingu bót fyri ikki at brúka bilbelti, tríggir fyri lyktafeil og ein fyri at tosa í fartelefon meðan hann koyrdi.