Skrivaðu trý brøv í 1952 - hittust fyrstu ferð í 2011

Í 1952 gjørdust Kári Láadal og Lillian Kristensen pennavinir. Brævasambandið bleiv stutt, men aftan á tøgn í 59 ár hittust tey í summar

Sum 12 ára gamal gekk Kári Láadal í sunnudagsskúla í heimbygdini Hvalvík, og ein dagin blivu børnini spurd, um tey høvdu hug at skriva saman við javnaldrum í Danmark. Kári var millum teirra, sum játtaðu.

Um sama mundið gekk tann 12 ára gamla Lillian Kristensen í sunnudagsskúla í bygdini Agger í Thy beint norðan fyri Limfjørðin. Ein dagin spurdi sunnudagsskúlalærarin, um børnini vildu sleppa at skriva saman við børnum í Føroyum. Tað helt Lillian vera spennandi og segði ja, og tað vildi so til, at Kári í Hvalvík bleiv hennara pennavinur.

Í fyrstani gekk brævaskiftið væl, og tey bæði høvdu ymiskt at siga hvør øðrum. Men so fekk Kári tað hugskot at senda Lillian eina mynd av børnunum í Hvalvík, og fyri at vísa donsku vinkonu síni, hvussu hann sá út, setti hann ein kross oman fyri høvdið á sær. Tað skuldi hann ikki havt gjørt, tí tá Lillian sá myndina og krossin, skilti hon, at tað var ein drongur, sum hon hevði sum pennavin í Føroyum. Og tað helt hon vera so ósømiligt, so hon gavst at skriva.

Kári skrivaði eitt bræv afturat, men tá einki svar kom, gavst hann eisini, og harvið slitnaði sambandið teirra millum.


Sum í Sporløs

Ein dagin í fjør vóru Kári og konan, Begga, farin á Landssjúkrahúsið at vitja fólk. Sum tey sótu har, kom eitt danskt par í somu ørindum. Kári kom at práta við ta donsku konuna, og tá hann fekk at vita, at hon var úr Thy, kom hann brádliga í tankar um Lillian í Agger. Nei, kvinnan kendi ikki Lillian, men lovaði at spyrja, og seinni kunnaði hon so Kára um, at hon hevði funnið Lillian, sum nú æt Henriksen og búði í tí lítla býnum Hurup í Thy.

Kári setti seg alt fyri eitt í samband við Lillian, og tey samdust um, at Kári og konan skuldu steðga í Hurup, tá tey í summar skuldu til Danmarkar at vitja eina dóttur. Sum sagt so gjørt, og tann 24. august sóu 71 ára gamli Kári úr Hvalvík og 71 ára gamla Lillian úr Agger hvør annan fyri fyrstu ferð.

-Hetta er sum við einum fløskuposti, sum hevur verið eftirlýstur í mong ár, segði Lillian, sum tó mátti sanna, at hon hevði ikki hugsað nógv um Kára hesi árini. Hann hevði harafturímóti ofta hugsað um at fara til Agger at fregnast, tá hann var komin ígjøgnum Norðurjylland.

-Men tað bleiv av ongum, og so tað bleiv sum í Sporløs, helt Kári. Tey vóru samd um, at tíðin er farin frá brævskriving, so nú verður sambandið hildið við líka við telduposti.