Skrivaðu undir í tunlinum

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag undirskrivaðu klokkan 13.00 í gjár semju um at leingja sáttmálan teirra millum í eitt ár.


sáttmáli


Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag valdi í fjør ikki at siga upp sáttmálan við Føroya Arbeiðsgevarafelag samstundis sum hin arbeiðarafeløgini. Tískil helt tann sáttmálin á fram uttan broytingar. Nú varð sáttmálin uppsagdur til 1. mai, og partarnir vóru samdir um at skriva undir semju um at leingja sáttmálan í 1 ár við somu broytingum, sum vóru gjørdar fyri hini arbeiðarafeløgini 1. mai í 2005.                       Lønarhækkingin er sostatt 3% á eftirlønina. Av øðrum broytingum kunnu verða nevnd ein avtala um tøkni og ein avtala um neyðrakstur í alivinnuni í sambandi við sjúku.