- Vit vænta, at tað verður heilt skjótt, at vit fara at skriva undir sáttmálan um at gera Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.
Tað sigur Teitur Samuelsen, stjóri í felagnum, sum stendur fyri arbeiðnum at gera teir báðar undirsjóvartunlarnar, Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.
Í gjár varð eitt stórt og avgerðandi stig tikið fram ímóti at fremja ætlanina í verki um at gera teir báðar undirsjóvartunlarnar. Tað hendi, tá ið tunnilsfelagið formliga tók av einum tilboði um fígging.
Teitur Samuelsen upplýsir ikki enn, akkurát, hvør tað er, sum hevur veitt fíggingina, men hann sigur, at talan er um eina blandaða fígging, har pensjónsgrunnar í USA og í Onglandi eru við, og so hava føroyingar eisini fíggja ein part. Teitur Samuelsen vil heldur ikki siga enn, hvussu stórur tann føroyski parturin er - men hann er lítil staðfestir hann.
Stjórin í tunnilsfelagnum hvur áður sagt við okkum, at sáttmálin um fígging, og sáttmálin um sjálvt arbeiðið mugu ganga mestsum hond í hond fyri ikki at koma í ta støðu at standa við fíggingini, og ongum sáttmála um at gera arbeiðið, ella at standa við einum sáttmála um arbeiðið, men ongari fígging.
Og Teitur Samuelsen sigur, at samráðingarnar um at gera sjálvt arbeiðið er komnar rættiliga langt.
- Vit eru ikki heilt liðug, men tað er tætt við, og eg vænti, at tað verður í næstu framtíð, at vit fara at skriva undir tann sáttmálan eisini, sigur hann.
Hann setir ongan ávísan dag á. Men í øllum førum er tey komin so mikið áleiðis við teimum samráðingunum, at tey føldu seg trygg við at skriva undir sáttmálan um fíggingina.
Av tí samráðingarnar ikki eru lidnar, vil hann ikki siga, hvønn tað er, tey samráðast við.
Teitur Samuelsen sigur, at málið er framvegis at skjóta fyrsta skotið fyri Eysturoyartunlinum í ár. Nær tunnilin er liðugur, veit hann ikki, tí tað veldst um, hvussu arbeiðið gongur. Men tað skuldi helst verið koyrandi ígjøgnum hann í 2020.
Hinvegin stendur tað í lógini, at tá ið Eysturoyartunnilin er skotin ígjøgnum, skal farast undir Sandoyartunnilin.
Teitur Samuelsen sigur, at málið er soatt at fara undir Eysturoyartunnilin í 2018. Men hann viðgongur samstundis, at tað verður knípi at lukkast tað - men tað er framvegis málið.