Skrivar bók um Eiler Jacobsen


 

Nú kemur ein bók um ein av okkara fremstu vinnulívsmonnum, skiparan og reiðaran Eiler Jacobsen, ið fylti 70 herfyri. Tað er Óli Breckmann, sum skrivar bókina, stendur at lesa í seinastu útgávuni av FF blaðnum.

Óli Breckmann er ikki heilt óroyndur á økinum at skriva ævisøgu. Hann skrivaði eisini bókina um Hans Paula og hon er undirhaldandi lesnaður.

Eiler Jacobsen hevur átt skip og hevur verið millum teir fremstu síðan einaferð í sekstiárunum og tað er langt skeið í føroyskari vinnulívssøgu. Í dag eigur hann tvey av okkara fremstu fiskiskipunum, nótabátin Krúnborg og rækjutrolaran Sólborg.