Eyðun Klakstein
Um 11-tíðina fyrrapartin 26. september 1970 datt eitt Iceland Air flogfar niður í Mykinesi. Átta av teimum 34 fólkunum, sum vóru við flogfarinum, lótu lív, og nógv fingu løstir.
Tað hevði ikki verið lendandi í nakrar dagar, tí mjørki hevði verið, og tí vóru ferðafólk úr Íslandi, Noregi og Danmark við flogfarinum. Flogskiparin Bjarni Jensson var einasti útlendingurin, sum lat lív í vanlukkuni. Hini sjey fólkini vóru føroysk ferðafólk.
Flogvanlukkan í Mykinesi er ein dramatiskur partur av føroyskari flog-søgu, og á 30 ára degnum fyri vanlukkuna verður ein bók útgivin um hendingarnar.
Tað er journalisturin Grækaris Djurhuus Magnussen, sum í løtuni arbeiðir við bókini.
? Flogvanlukkan í Mykines er ein partur føroyskari og altjóða flogsøgu. Tað kemur sjáldan fyri, at so stórur partur av ferðafólkunum yvirlivir, tá eitt flogfar rennur á við fullari ferð. Í so máta er søgan serlig, sigur Grækaris Magnussen.
? Føroyingar hava altíð verið hugtiknir av skipum og flogførum, og hetta er ein vanlukka, sum tað hevur verið tosað nógv um. Eg havi hoyrt nógvar søgur um vanlukkuna, og summar teirra havi eg fingið vátta, aðrar avsannaðar.
Øll vilja tosa
Hugskotið til bókina er fleiri ára gamalt, og seinnu árini hevur Grækaris javnan tosað við fólk, sum hava vita nakað um vanlukkuna. Alt hetta tilfar hevur hann goymt, og seinasta hálva árið hevur hann sett meira ferð á arbeiðið við bókini.
Hann hevur tosað við fólk, sum komu frá vanlukkuni við lívinum, við bjargingarfólk, løgreglu og onnur, sum hava vitan um hendingarnar. Harafturat hevur hann gravað nógv skriftligt tilfar fram ? nógv av tí hevur ongantíð verið frammi fyrr.
? Hetta er ein stór faklig avbjóðing fyri meg, og at arbeiða við eini slíkari vanlukku kann tykjast ógvusligt, men tað hevur verið ein stór hjálp, at tey fólkini, sum eg havi tosað við, hava verið avklárað og rólig, sigur Grækaris Magnussen.
? Tað er komið eitt sindur óvart á meg, at øll tey, sum eg havi vent mær til, hava havt hug at tosa við meg. Tað er eingin, sum hevur sagt nei til at tosa um vanlukkuna.
Enn er útgávudagurin ikki ásettur, men Grækaris Djurhuus Magnussen ætlar at hava bókina lidna í seinasta lagi 26. september, tá 30 ára dagurin fyri vanlukkuna er.