Skrivar bók um mann uttan samtykki

Høgni Mohr hevur skrivað ævisøgu um Jan Allan Müller, sum ikki vil kennast við bókina, og sum staðiliga tekur frástøðu frá henni.

– Í farnu viku gav Høgni Mohr út bókina ’Saga JAM’. Sjálvur lýsir Høgni bókina sum eina æviskaldsøgu um undirritaða. Eg vil við hesum vísa á, at eg taki staðiliga frástøðu frá hesi bók.

 

Soleiðis skrivar Jan Allan Müller í tíðindaskrivi í dag.

 

Í tíðíndaskrivi í síðstu viku greiða tey á Nudlavirkinum, sum umboðsfólk fyri bókina, frá innihaldinum í bókini, sum er um sera persónlig viðurskifti hjá Jan Allani Müller, sum verða løgd fram í bókini. Um svik, um vantandi viðurkenning, um at vera einsamallur og onnur sera persónlig viðurskifti.

 

Tú fært ta fatan, at her greiðir gamli vinmaðurin Høgna Mohr frá øllum sínum lívsins trupulleikum, sum høvundin soleiðis sleppur at leggja fram á blik.

 

Men soleiðis er søgan ikki. Í øllum førum ikki sambært høvuðspersóninum sjálvum, Jan Allani Müller.

 

– Eg havi ikki givið samtykki til útgávu av hesi æviskaldsøgu um meg. Rithøvundurin hevur fleiri ferðir biðið um loyvi at útgeva bók um meg, men hesum havi eg fleiri ferðir avvíst seinastu 6-7 árini, seinast fyri umleið tveimum árum síðani, skrivar hann. 

 

##med2##

 

– Nógvar av lýsingunum í bókini um fólk í heimbygdini eru ikki míni orð, men rithøvundans. Eisini eru fleiri hendingar lýstar, sum eru søgur, ið eru fortaldar privat millum vinmenn.

Eg vil leggja afturat, at eg hevði nøkur góð barna- og ungdómsár við nógvum góðum og kærleiksfullum fólkum, ið vóru um meg, skrivar Jan Allan Müller í tíðindaskrivinum.

 

Í tíðindaskrivinum frá umboðsfólkinum eru eisini viðmerkingar frá tveimum fólkum, sum hava lisið bókina.

 

Leivur Hansen, journalistur og fyrrverandi bogarstjóri í Havn verður endurgivin fyri at siga um bókina: 

 

"Ein knasandi góð lýsing av eini syndarligari lagnu."

 

Og Lydia Didriksen, bókmentafrøðingur skrivar: 

 

“Ein óvanlig saga um inniligan longsil og stórar dreymar borin av rótleysum einsemi.”