Skrivarar Fólka­floksins á tingi hava lagt frá sær

Nógvar broyt­ing­ar hava ver­­­ið í F­ó­lka­flokk­i­num sein­­astu tíð­ina. Eisini løntu skrivarar Fólkafloksins í Løgtinginum hava lagt frá sær.

 

Regin W. Dalsgaard og Jonny í Grótinum eru ikki longur í starvi sum skrivarar hjá Fólkaflokkinum í Løgtinginum

Serliga hava broytingarnar í Fólkaflokkinum verið sjónligar í Havn, har øll nevnd­in í Havn­­ar Fram­burðs­fel­ag og nevnd­­ar­­lim­ir í ung­mann­a­fel­ag­num løgdu frá sær. Annika Ol­sen er far­in úr flokk­i­num, Christian Andreasen hevur lagt frá sær sum floksformaður og stillar ikki uppaftur til løgtingsvalið, og nógvir av gomlu stuðl­u­num eru burt­­ur. Eisini hava løntu skriv­ar­ar­n­ir hjá Fólkaflokkinum í Løg­­ting­i­num, Johnny í Grótinum og Regin W. Dalsgaard, sum báðir búgva í Havn, lagt frá sær.

Mona Breck­mann Wes­cott, sum er eitt av fýra valevnum hjá Fólk­a­­­flokk­i­num í Havn, hev­ur verið skrivari, men er í far­loyvi. Fyri hana vóru Regin W. Dals­gaard og Johnny í Grót­i­num skriv­ar­ar – og tað stóð á heim­a­síðuni hjá Løg­ting­i­­num so seint  sum í síðstu viku, men nú stend­­ur bara, at Mona Brec­k­­mann Wescott er í far­loyvi, og eingin annar skrivari nevndur.

Regin W. Dalsgaard vátt­­ar, at orsøkin til, at hann ikki lon­gur er skriv­ari hjá Fólk­a­flokkinum í Løg­­ting­­­i­num er, at hann legði øll álitisstørvini frá sær og nú bara er við á síð­u­­linj­uni, sum hann mál­ber seg.

Tað er Løgtingið, sum rindar floksskrivarunum løn, og flokkarnir á tingi fáa játtan til hetta ar­beið­i eftir stødd á flokk­um sambært regl­u­gerð hesum viðvíkjandi.

 

##med2##

Sambært heimsíðu Løg­tingsins eru hesi nú floksskrivarar hjá politisku flokkunum á tingi:

Fólkaflokkurin:

Mona Breck­mann Wescott (A) (farloyvi)

Sambandsflokkurin:

Linn­éa L. Petersen (B)

Annfinn Brekkstein (B)

Javnaðarflokkurin:

Bar­bara Gaardlykke Apol (farloyvi)

Herborg H. Gaard­lykke (avloysari) 

Sjálvstýri:

Lasse Klein

Tjóðveldi:

Eirikur í Jákups­stovu

Rókur Herup Olsen

Framsókn:

Poul Clementsen

Miðflokkurin:

Ólavur í Geil Andresen

Pætur Egholm Jacobsen

 

Regin W. Dalsgaard og Jonny í Grótinum eru ikki longur í starvi sum skrivarar hjá Fólkaflokkinum í Løgtinginum

Í síðstu viku vóru Johnny í Grótinum og Regin W. Dals­gaard løntir skrivarar hjá Fólkaflokkinum í Løg­ting­i­num, sambært heimasíðuni hjá Løgtinginum