TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Vilmund D. Jacobsen gjørdi beinleiðis í sendingini "Bátaradio" á Rás2 seinnapartin við Oluffu Joensen úr Gøtu, sum er skrivari hjá Føroya Javnaðarflokki.
Prátið við Oluffu Joensen, sum hevur pappírir til at føra bát snúði seg fyrst og fremst um bátalívið, og ta gleði, sum Oluffa og familjan hava av at sigla kring oyggjarnar um summarið.
Prátið kom tó eisini inn á politikk, og Oluffa staðfestir, at samgongan stendur saman um tey stórmál, sum eru fyri framman.