- Her í Føroyum finst eisini hópur av tilfari, greiðir hann frá eftir at hava steðgað her nakrar dagar.
Undir vitjan síni í apríl mánaði fór hann tann eina dagin út á Tinganes bert við einum í huga: At hyggja seg um og leggja til merkis tað, sum fór fram hesa løtuna.
- Her var ein ótrúligur stemningur at merkja. Og henda stemningin ætli eg mær eisini at lýsa í bókini um Føroyar, sigur Ármann.
Her er ikki talan um tær vanligu ferðafrásagnirnar, men heldur ein lýsing av tí, sum fer fram í nánd av høvundinum.
Júst hesin hátturin at lýsa umheimin er veruliga eitt, sum fólki tykist dáma. Bæði úr USA, Noregi og Onglandi hevur hann fingið góð ummæli fyri bøkur sínar.
20 søgur úr Føroyum
56 ára gamli Ármann hevur ferðast víða kring heimin, og fyrr í ár var hann eisini á stuttari vitjan í Føroyum. Á hesum vitjanum hevur hann vitjað mong ymisk støð og persónar.
Hann byrjaði at skriva hesa bókarøðina í 2001 og hevur hann higartil skrivað seks slíkar. Tann næsta kemur út í heyst, og tann áttanda við hugmyndum úr Føroyum eitt ár seinni.
Tað serstaka við øllum hesum bókunum hjá Ármanni er, at tær eru tvímæltar – á íslendskum og á donskum ella enskum máli.
Íalt hevur hann skrivað fleiri enn 300 slíkar hugleiðingar, og bera tær allar sama heitið: Vignettir og síðani kemur nummarrøðin. Tað fer áttanda bók hansara eisini at gera, tá hon kemur út á heysti komandi ár.
Í hesi bókini fer hann at hugleiða um nakað av tí, hann upplivdi í Føroyum.
Her vitjaði Ármann millum annað fleiri kend listafólk, rithøvundar og støð, og fekk eisini møguleika at seta seg inn í tann føroyska gerandisdagin.
- Eg vænti, at tað verða millum 10 og 20 søgur í bókini, sigur Ármann.
Í sambandi við vitjan hansara í Føroyum handaði hann Landsbókasavninum eitt eintak av øllum teimum seks undanfarnu bókum sínum.
Munnu tey ikki eisini fáa ta áttandu bókina?!