Skrubbið av við tykkum!

Klumma

Tað er ongantíð stuttligt at vera óynsktur. At vita sær, at tey ella tann, tú heldur teg hava okkurt við at gera, helst ikki vil vita av tær og í øllum førum helst slett ikki vil síggja teg. Uppaftur verri verður tað, tá tað er tann, ið livir av tínum pengum, ið klárt og greitt sigur, at hann vil ikki vita av tær. Tá verður talan um eina løgna kenslu og eina støðu, ið vanligt vit og skil hevur ilt við at fáa høvd ella hala á. Men soleiðis er veruleikin í lítla oyggjasamfelagnum Føroyar í 2013.


Í fleiri ár hava bankarnir ikki lagt fingrarnar ímillum, men klárt og týðiliga givið til kennar, at teir helst ikki vilja hava fólk inn á gólvið. Heimabankar og annað skal syrgja fyri, at bankarnir sleppa undan at síggja sínar kundar, sum teir liva av og í veruleikanum ikki kunnu klára seg uttan. Serliga teir báðir stóru føroysku bankarnir vilja forða fyri, at vit koma inn til teirra við okkara ørindum, tí teir hava tikið dyrnar burtur og latið heilar deildir aftur, tí uttan dyr og deild hevur kundin ongastaðni at fara. Men hann skal bara vita, at hann sleppur ikki undan bankunum fyri tað.


Gongdin hjá postverkinum hevur verið tann sama, tí posthús eru seinnu árini latin aftur, eitt fyri og annað eftir, so fólk í øllum førum ikki høvdu møguleika at fara á posthúsið í síni bygd. Í staðin skuldu postmenninir koma á gátt hjá kundunum, og sjálvt løgtingsmenn flentu í kíki, tá ein fyrrverandi postmaður av óvart kom at fortelja, at tað var ikki tað ting, sum postmenn ikki “kundu avgreiða á køksborðinum”. Láturin hevur lagt seg, men poengið er, at tú fyri alt í verðini ikki mást koma á gátt hjá postverkinum, men mást altíð hava ein krók á køksborðinum tøkan til postmannin!


Nýggjasta átakið, Mínboks, er seinasta royndin at sleppa bankum, postverki, stovnum og fyritøkum frá at hava við nakað fólk at gera yvirhøvur. Nú eru sjálvt vanlig brøv bara til á internetinum, og við hesum hevur óttin fyri livandi menniskjum rokkið hæddirnar. Her er tí einki annað hjá okkum vanligu kjøtiligu at gera, enn at stovna eina nýggja fólkarørslu, sum hóskandi kann eita Míttandlit. Og so fara vit at duka á allar dyr og øll vindeygu hjá bankum og postverki, so tey illanstíð skulu sleppa undan at síggja gronina í okkum!