Skuffandi í endanum

Abraham Løkin, venjari hjá ÍF, var vónbrótin eftir dystin í gjár.

- Sjálvandi er mann skuffaður, tá mann tapir soleiðis í endanum av dystinum. Men nú eru vit tryggir í deildini, og tað var eisini málsetningurin, tá eg byrjaði í ÍF eftir summarsteðgin, greiddi Abraham Løkin frá.

Hann legði afturat, at vindurin helst hevði sína ávirkan, hóast hann var javnur tað mesta av dystinum.

Um árið hjá ÍF sigur Abraham Løkin, at nú er hann nøgdur við tí, sum hevur gingið fyri seg seinastu tíðina, hóast eitt stig í gjár og trý leygardagin høvdu fløvað enn meira.