– Eitt øgiliga skuffandi úrslit, staðfesti hann turrisliga eftir dystin. – Vit eru heilt einfalt ikki nóg góðir. Vit vísa ikki nóg stóran styrk, og eru ei heldur nóg sannførandi til at vinna ein dyst sum henda, ger Óli Hansen greitt. Hann fegnaðist annars um at vera komin í gongd við landskappingina aftur, eftir at hava spælt tveir altjóða dystir. – Men tað er keðiligt at byrja soleiðis, sigur liðformaðurin hjá NSÍ, sum nú sær fram til næsta dyst.