TUTL hevur nú á fyrsta sinni útgivið upprunatónleikin til sangleikin ?Skuggagestir? frá 1990 á fløgu. Áður fekst hetta verk bert á kassettubandi. Í
sambandi við nýggju útgavuna eru allar upptøkurnar mastraðar av nýggjum.
Skuggagestir varð frumframførdur í 1990 við Elini Mouritsen sum leikstjóra.
Tónleikurin á fløguni er í høvuðsheitum tann sami, sum var at hoyra á pallinum ta ferðina. ?Skuggagestir? sigur í orðum og tónum frá einum føroyskum ballingarkvøldi seinast í 80´unum.
Leikurin fylgir nøkrum ungdómum við ymsum meiningum og við ymiskari sosialari bakgrund - teirra práti, skemti, kenslum og vónum. Kærleikin er søtur og
samstundis beiskur partur av lívinum, eisini hetta kvøldið.
Vit hitta hjúnini Sólrun og Jógvan, foreldrini hjá einum av ungdómunum, ið kenna seg ikki sørt fremmand framman fyri uppvaksandi ættarliðnum ? og sær sjálvumt? Og meðan sorgarleikur hómast í dimmu havsbrúnni, gongur
kvøldið og lívið sína gongd ....
Á fløguni eru hesir sangir:
*1 VIKUSKIFTI* Skuggagestakórið syngur
*2 SET TEG NIÐUR* Tórun Johannesen syngur
*3 SUNNUDAGIN FARI EG TIL FÓTBÓLT* Robert McBirnie syngur
*4 SO NÆR, SO FJAR* Terji Rasmussen syngur
*5 FØROYAR ER* Skuggagestakórið syngur
*6 KAVIN KOM* Tórun Johannesen
*7 OVBOÐIÐ* Terji Rasmussen, Gundur Mortensen, Hans Tórgarð, Gudmundur
Joensen syngja
*8 HJÁ TÆR* Tórun Johannesen og Hans Tórgarð syngja
*9 MASKUSPÆL* Terji Rasmussen syngur
*10 SKUGGAGESTIR* (Vak meg ikki) Lív Dam syngur