Skúlabørnini rinda tann stóra prísin

Tað er dýrt hjá skúlunum, men tann stóra prísin rinda næmingarnir

Tað er bæði óumhugsað og ógrundað at keypa skúlanæmingum teldlar

Tað heldur Gitte Klein, lærari.

 

Seinastu tíðina hevur nógv kjak verið um, hvussu stóran týdning tað hevur, at næmingarnir fáa teldil, tí tað er neyðugt at fylgja við tíðini.

Men í Skúlablaðnum heldur Gitte Klein, at hetta er bæði ein óumhugsað og ógrundað íløga.

 

Hon vísir á, at  úrslitið av donsku Pisa-kanningini í 2012, var, at næmingar, sum hava teldlar sum undirvísingartól, standa seg verri enn teir næmingar, sum ikki hava. Eisini aðrar kanningar benda á, at teldilin -í besta føri- ikki ger støðuna hjá vælvirkandi næminginum verri.

 

- Læring er ein sein tilgongd, og tá ið heilin veruliga skal læra nakað nýtt, og seinni duga at brúka tað, krevur tað hugsavning. Jú meiri skerm børnini sostatt síggja, meiri stimbran krevur heilin fyri ikki at keða seg.

- Ein teldil gevur næminginum góðar møguleikar at spæla ymisk spøl og soleiðis venja heilan við skjót skifti, sum aftur bera trupulleikar at hugsavna seg og læra, við sær.

Hon vísir á, at eftir tí, skúlarnir greiða frá, fáa næmingarnar teldil fyri at ”fanga” næmingarnar.   

 

Tað vil siga, at teldilin onkursvegna skal motivera næmingar at læra.

Men hon sigur, at kanningar vísa, at tað er ikki veruleikin. Hon sigur, at teldilin fangar heldur ikki teir næmingar, sum ikki eru motiveraðir.

Í sjálvum sær lyftir ein teldil ongantíð støðið, heldur ikki hjá børnum, sum hava tungt við at læra. 

 

- Tað eru ikki talgildu amboðini, sum lyfta, men talgildu amboðini geva rúm fyri øðrvísi undirvísing.

 

Ein fær fatanina av, at nýtslan av teldlum snýr seg um at finna røttu appirnar og soleiðis gera undirvísingina góða og motiverandi. Men stór kanning frá 2012 vísir, at tær flestu appirnar eru mentar á slíkan hátt, at tær venja ein førleika eitt nú tabel og eru tøkniligt glitur. Tær eru fínar, skalt tú duga okkurt uttanat her og nú, men skal vitanin goymast, so at hon kann brúkast kritiskt, røkka appirnar ikki endamálinum.

 

Sum er, verður teldilin í mongum førum nýttur sum lesibók – tað vil siga, at næmingurin sleppur undan eini tungari tasku og í staðin hevur bøkurnar á teldlinum.

 

- Granskingarúrslit vísa, at næmingar, sum lesa tekst á skermi, ikki skilja tekstin eins væl, sum tá hann verður lisin á pappíri.

 

- Teldilin elvir ikki til, at næmingurin lærir at hugsa sjálvstøðugt og kritiskt. Tað, sum veruliga flytur næmingin, er relatiónin millum hann, læraran og hinar næmingarnar og sostatt ikki tøknin.

 

Les meir um hennara sjónarmið um hetta viðkomandi evnið við at trýsta HER