Í Klaksvík eru tey nú í holt við arbeiði at knýti leiðingarnar frá Skúlavegi – niðri við Norðoya Sparikasa – og niðan til Svimjihøllina. Tað er Norðhús, sum stendur fyri arbeiðinum.
- Tá ið talan er um slíkt leiðingsarbeiði, sum er eftir einum vegi við so nógvari ferðslu sum Skúlavegur, verður arbeiðið skipað í fleiri bitum við rímiligum strekki. Hetta so hóskandi longd kann gerast liðug, so rímiligur partur av ferðsluni kann halda fram. Tí verður fyrsti partur av verkætlanini gjørdur niðan til skúlan, so ferðslan kann halda fram niðan eftir Ziskagøtu, tá ið fyrsti partur er liðugur, boðar kommunan frá í tíðindaskrivi.
Samstundis verða leiðingar til sjógvhitaskipan lagdar. Kommunan upplýsir, at kostnaðurin av sjógvhitaskipanini er 7 mió kr. Roknað verður við, at skipanin ber munandi sparingar við sær, umframt at slík skipan er meira umhvørvisvinarlig enn at hita bygningar við olju.