Skuldi givið trý stig

Javnleikurin var kanska til at liva við hjá B36, men Klæmint Matras helt kortini, at hetta var ein dystur, sum átti at givið meira enn eitt stig.
- Hatta er ikki nokk. Vit áttu at avgjørt alt fyri steðgin, har talan fyri tað mesta var um einvegis ferðslu.
- Hinvegin vita vit, at HB altíð eru vandamiklir. Og í hesum førinum vóru teir so kaldari enn vit, tá møguleikin beyðst, heldur hann.
Sjálvur var Klæmint partur av hendingini, tá HB fekk útjavnandi málið. Hetta tá Christian Høgni Jacobsen vann bóltin av honum niðri móti baklinjuni.
- Eg veit ikki rættiliga, hvat hendir. Eg ætli í øllum førum at sparka burtur, men knappliga er Christian Høgni har, og hann fær tíverri fatur á bóltinum, segði Klæmint eftir dystin.