- Skuldi havt lagt harðari út

Tað sigur Pál Joensen, sum mikukvøldið endaði á einum sjeynda plássi í 800 metra frí svimmingini í HM kappingini í Barcelona.
- Eg skuldi havt lagt harðari út, men teknist kendist tað væl at svimja, sigur Pál við svenska sjónvarpið.
- Tað hevur gingið væl í seinastuni. Men tað hevur verið eitt sindur upp og niður. Eg havi millum annað skift venjara tvær ferðir, sigur Pál Joensen víðari.
Pál er ikki nøgdur við avrikið mikukvøldið, men nú fer hann at fyrireika seg til 1.500 meturin, sum er um tveir dagar.
- Tað gekk ikki so væl sum eg ætlaði í dag, men nú havi eg tveir dagar at fyririka meg í til 1.500 meturin. Nú fari eg bara at halda formin og teknikkin við líka til tá, sigur Pál Joensen.