Ein amerikanskur hermaður er skuldsettur fyri at hava havt ætlanir um at hjálpa yvirgangsfelagsskapinum al-Qaeda.
Tann 26 ára gamli Ryan Anderson hevur havt støð á herstøðini Fort Lewis í Washington, og hann skuldi til Irak um stutta tíð. Men nú ein dagin varð hann tikin, tí hann hevði roynt at fáa samband við al-Qaeda ígjøgnum internetið. Sambært verjanum er hann skuldsettur fyri at hava roynt at fáa samband við al-Qaeda og at veita felagsskapinum upplýsingar. Tað er kortini greitt, at talan var ikki um týðandi upplýsingar, tí Ryan Anderson hevði ikki atgongd til slíkt, sigur verjin.
Hetta er aðru ferð, at ein hermaður í Fort Lewis er tikin og skuldsettur fyri at hava roynt at fáa samband við al-Qaeda.