Skuldi myrða franskan ráðharra

Tað eydnaðist í morgun einum sjálvmorðsbumbumanni at sleppa inn á skrivstovuna hjá verjumálaráðnum í afghanska høvuðsstaðnum Kabul. Sambært løgregluni skjeyt maðurin fleiri skot við einari byrsu, sum hann hevði við sær.

Harafturímóti eydnaðist tað honum ikki at spreingja bumbuna, áðrenn trygdarmenn skutu hann. Tað sigur trygdartænastan, men keldur hjá fronsku tíðindastovuni AFP siga, at tað eydnaðist manninum at spreingja bumbuna inni í verjumnálaráðnum.

Taleban hevur kunngjørt, at rørslan skipaði fyri álopinum, men leggur afturat, at ætlanin var at beina fyri franska verjumálaráðharranum, Gerard Longuet, sum eftir øllum at døma var og vitjaði afghanska verjumálaráðið. Hetta er tó ikki váttað. Hinvegin hava myndugleikarnir váttað, at tvey fólk lótu lív í álopinum, og at sjey vórðu særd.