Skuldin hjá landskassanum minkar 200 mió

Landskassin hevur tikið eitt milliard-lán og tað er til at rinda eitt annað lán við

Í gjár hevur Føroya Landsstýri tikið eitt lán upp á 1,1 milliars. Tað sigur Landsbankin í dag. Øll upphæddin verður brúkt til at rinda eitt lán aftur sum fellur til gjaldingar 2. juni. Lánið, sum fellur til gjaldingar 2. juni er upp á 1,3 milliard, men 200 milliónir verða goldnar av gjaldførinum hjá landskassanum - og sostatt minkar almenna skuldin 200 milliónir. 

 

Nýggja lánið er eitt tvey ára standandi lán, sum fellur til gjaldingar 2. juni 2024. Rentan er 1,25 prosent. Kursurin fyri lánið er 99,992 prosent og effektiva rentan er sostatt 1,254 prosent.

 

Seinast Føroya Landsstýri tók eitt tvey-ára lán var í 2020, og tá var rentan null prosent. Men síðani er rentan hækkað nokk so fitt. Landsbankin, og Nordea Bank, hava fyrireikað lántøkuna. Sølan av lánsbrøvunum gekk sera væl, og tá avtornaði vóru munandi størri upphæddir teknaðar enn tann 1,1 milliardin, ið tørvur var á.

 

Nú 200 milliardir verða goldnar av skuldini, verður lánsbrævaskuldin hjá  landskassanum 3,743 milliardir, sum er 18 prosent av Bruttotjóðarúrtøkuni í fjør.