Skuldsett fyri at noyða pengar frá Neymar eftir neyðtøkuákæru

Eftir at hava ákært Neymar fyri neyðtøku er modellin Najila de Souza sjálv skuldsett av løgregluni.

Løgrelan í brasilska statinum São Paulo hevur skuldsett kvinnuna, Najila de Souza, fyri penganoyðan í einum máli, har fótbóltsstjørnan Neymar varð lagdur undir neyðtøku.

Tað skrivar tíðindastovan AFP.

Hon er eisini skuldsett fyri at koma við æruskemmandi skuldsetingum. Nú skal ein dómari gera av, um ein sak skal reisast ímóti brasilsku modellini.

Kvinnan ákærdi í mai mánaði Neymar fyri í fyllskapi at hava neyðtikið hana á luksushotellinum Sofitel Paris Arc De Triomphe í París. Har hittust tey, eftir at Neymar hevði boðið kvinnuni gjøgnun Instagram.

Í juli slepti løgreglan skuldsetingunum, tí prógv vóru ikki fyri ákæruni ímóti brasilsku fótbóltsstjørnuni, sum spælir í Paris Saint-Germain.

Neymar hevur alla tíðina noktað seg sekan í ákærunum.

Í summar hevur Neymar eisini verið í meldrinum í øðrum málum. Hann varð skaddur beint eftir suðuramerikanska meistaraskapið å, Copa Americe, sum var hildið í heimlandinum Brasi.

Síðani hevur hann stíðst viða t koma fyri seg, og samstundis roynt at sleppa úr PSG fyri í staðin at venda aftur til Barcelona.

Fyri tveimum árum síðani fór hann øvugtan veg, tá framska meistarafelagið keypti hann fyri 222 milliónir evrur, sum er 1,65 milliardir krónur og gjørdi hann til dýrast fótbóltsspælara nakrantíð.

Tað eydnaðist ikki Neymar at sleppa úr París, har hann nú verður noyddur at vera í minst helvtina av leikárinum.

Seinastu vikuna hevur tann 27 ára gamla stjørnan verið  samanv ið brasilska landsliðnum við blandaðari eydnu.

Hann skoraði og legði upp til  mál í comback dystinum ímóti Colombia, í einum dysti, sum endaði 2-2. Mikunáttina okkara tíð kom hann inn miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá dysturin millu Brasil og Peru endaði 0-1.

 

/ritzau/