Skuldsettur fyri 18 drápsroydir í Melbourne-álopi

Ein 32 ára gamal maður, sum varð handtikin eftir at ein bilur koyrdu á fólk til gongu í Melbourne, verður skuldsettur fyri drápsroynd.

 

Maðurin er skuldsettur fyri við vilja at hava koyrt á fólk til gongu í Melbourna hósdagin. Skuldsetingin ljóðar upp á 18 drápsroyndir.

 

Tað upplýsir løgreglan í statinum Victoria í stuttari fráboðan, skrivað australskir miðlar í dag.

 

Tað stendur, at maðurin »skjótastz« verður settur fyri ein dóara.

 

Álopið hósdagin í avstralska milliónabýnum var á Flinders Street, sum er handilsgøta, har eina mest fólk eru, í Melburne.

 

Tann 32 ára gamli maðurin varð handtikin av løgregluni á staðnum. Í gjár varð hann útskrivaður av sjúkrahúsi, og siðani hevur hann verið í varðhaldi hjá løgregluni og verið avhoyrdur.

 

Løgrelan hevur upplýsit, at maðurin, sum kom til Australia sum flótti úr Afghanistan, hevur verið sálarsjúkur og kendur sum narkomanur.

 

Tað verður ikki hildið, at hann hevur samband við víðgongdar bólkar.

 

Løgreglan hevur eisini upplýst, at hann eftir handtøkuna hevur nevnt okkurt um, at muslimar sum heild verða illa viðfarnir í Avstralia.

 

Hendingin minti óhugnaliga nógv um aðrar slíkar hendingar kring heimin. Í líknandi álopi í Melbourn í januar doyðu seks fólk.

 

Eingin doyði í hendingini hósdagin, men 12 eru framvegis innløgd. Av teimu stríðast trý fyri lívinum, upplýsa myndugleikar í Victoria sambært Reuters.

 

Næstan helmingurin av teimum 19 fólkunum, sum fingu skaða, vóru útlendskir ríkisborgarar, upplýsir avstralski forsætisráðharrin, Malcolm Turnbull, í gjár.

 

Hann segði tó ikki, hvørjum landi tey vóru úr, men avstalskir miðlar hava upplýst, at talan er um fólk úr Kina, India, Venezuela, Suðurkorea, Írlandi, Italia og New Zealandi.

 

/ritzau/