Skuldsettur fyri at bróta víkiskylduna

– Løgreglan hevur eisini kanna ferðsluna í Norðoyatunlinum

 

Hetta hevur verið eitt stak friðarligt vikuskifti og lítið av fólki hevur verið í býnum.

Tað hevur givið løgregluni høvi til at gera nakað burtur úr ferðslukanningum og í nátt vóru tey í Norðoyatunlinum við ferðmátaranum.

Úrslitið varð, at tveir bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt. Báðir fáa bót, men annar fær eisini eitt klipp í koyrikortið fyri at koyra beint yvir 100 ígjøgnum tunnilin.

Annars er ein bilførari eisini skuldsettur fyri at bróta víkiskylduna eftir eitt ferðsluóhapp í Klaksvík fríggjakvøldið.

Tá ið hann skuldi snara til vinstru, og sostatt skifta vegbreyt, ansaði hann ikki eftir einum prutli, sum kom aftan fyri. Sostatt snaraði hann út fyri prutlið, sum rendi á bilin.

Prutlið fekk so stóran skaða, at plátan varð tikin av tí og maðurin, sum koyrdi tað, fór á sjúkrahúsið til viðgerar.