Ein 25-ára gamal maður í statinum Ohio, USA, er skuldsettur fyri at goyggja fýsa eftir einum politihundi. Hann byrjaði, er frágreiðingin hjá manninum. Í USA ber nógv til, sum ikki ber til so nógva aðra staðni.
25 ára gamli Ryan James Stephens er skuldsettur fyri at hava goy og hvest eftir einum politihundi.
Maðurin umbar seg við, at tað var hundurin, ið byrjaði, men tað frágreiðingina góðtók løgreglumaðurin, Bradley Walker, ikki.
Timber (sum politihundurin eitur) reageraði, sum hann er vandur til, og byrjaði at goyggja, skrivaði løgreglumaðurin í frágreiðing sína.
Ryan James Stephens var sambært løgreglumanninum sterkt ávirkaður av rúsevnum ella alkoholi.
Ein barrvørur koyrdi hann heim, men skal møta í rættinum 21. apríl, skrivar cincinnati.com