Løgreglan hevur givið einum manni bót fyri at at bróta skilhaldsreglurnar. Hann var so ólátaður, at hann var til ampa fyri onnur og tað fær hann bót fyri. Men í sama viðfangi er hann eisini skuldsettur fyri at hava hótt ein duravørð í einum skeinkistaði í Havn. Í sambandi við at hann var so ólátaður inni á skeinkistaðnum, varð hann koyrdur á dyr, men tað hóvaði honum so illa, at hann hótti duravørðin við harðskapi.
Tað varð meldað og nú er maðurin skuldsettur fyri tað. Duravørðar hava eitt starv, har teir eru í serligum vanda fyri at vera fyri harðskapi og tí eru teir serliga væl vardur efir lógini. Tískil skal einki til fyri at vera skuldsettur fyri at gera seg inn á teir.
Annars hevur ein maður ligið á løgreglustøðini í nátt. Hann skuldi av landinum við flogfarið í gjár, men tað varð seinkað – og at enda avlýst. Bíðitíðina brúkti ferðamaðurin á skeinkistaðnum á flogvøllinum, men og har fekk hann so nógv innanbora, at løgreglan fór avstað við honum. So hann ger eina roynd afturat í dag.