Skuldsettur fyri at stjala bil -og koyra hann á sjógv

Løgreglan heldur seg vita hvør tað var, sum stjól ein bil síðsta vikuskifti, og koyrdi hann á sjógv

Løgreglan heldur seg nú vita, hvør tað var, sum stjól á ein bil hjá Føroya Bjór í Havn, og koyrdi hann á sjógv í Miðvági.

 

Tað var seinasta vikuskiftið, at bilurin varð stolin, og var vekk í nakrar dagar, áðrenn fólk boðaðu løgregluni frá, at tey høvdu illgruna um, at hann var farin á sjógv á Ytru Bryggju í Miðvági.

 

 

Les eisini: Bilur hjá Føroya Bjór stolin í Havn

 

 

Og so var, tí har varð bilurin funnin. Hann varð tikin upp og kannaður, og løgreglan heldur seg nú vita, hvør tað var, sum stjól hann.

 

 

Les eisini: Bilurin á sjónum - eingin saknaður

 

 

Hildur Hentze á kanningardeildini hjá løgregluni, sigur, at nú verður eitt fólk skuldsett fyri stuldurin og fyri at hava koyrt bilin á sjógv.

 

Fyribils sigur hon ikki meiri um, hvønn talan er um.

 

Men um bilurin er koyrdur á sjógv við vilja, ella um hann tað er av óvart, ella av gáloysni, sigur løgreglan einki um beint nú, tí tey hava ikki tosað við viðkomandi enn.