Ein annar skúli í landinum er næstan líka stórur, tað er skúlin á Skúlatrøð í Klaksvík. Har ganga 733 næmingar. Fyri báðar skúlar er galdandi, at talan er um tveir skúlar, sum eru samanlagdir. Í Havn vóru teir báðir stóru skúlarnir, Tórshavnar Kommunuskúli og Venjingarskúlin lagdir saman í ein skúla, skúlin á Fløtum, sum húsast í nýggjum bygningi úti á Fløtum.
Kommunuskúlin er bygdur um til lestraríbúðir, og Venjingarskúlin skal brúkast til Fróðskaparsetrið.
Í Klaksvík vóru Skúlin við Ósánna og skúlin á Ziskatrøð lagdir saman í ein skúla, skúlin á Skúlatrøð.
Teir 10 skúlarnir í landinum við flestu næmingum eru hesir:
1) Skúlin á Fløtum: 783 næmingar
2) Skúlatrøð: 733 næmingar
3) Eysturskúlin: 545 næmingar
4) Runavíkar skúli: 453 næmingar
5) Skúlin á Argjahamri: 387 næmingar
6) Sankta Frans skúli: 370 næmingar
7) Hoyvíkar skúli: 365 næmingar
8) Skúlin við Løgmannabreyt: 349 næmingar
9) Skúlin á Giljanesi: 300 næmingar
10) Fuglafjarðar skúli: 290 næmingar