Skúlin á Fløtum gjørdist Ársins roykfríi skúli

6.a vann heiðursplátu og atgongumerkir til HM-undankappingardyst hjá landsliðnum.

Tað gjørdist 6.a í Skúlanum á Føtum, ið vann kappingina Ársins roykfríi skúli, ið Fólkaheilsuráðið skipar fyri á hvørjum ári.


39 flokkar vóru tilmeldaðir átakið og 28 luku treytirnar at vera við í lutakastinum um vinningin.


Vinningurin er atgongumerki til fyrsta HM-undankappingardyst hjá føroyska landsliðnum á Tórsvølli í 2016, og ein heiðurspláta at heingja upp á skúlanum við heitinum: “Ársins roykfríi skúli 2015.


Átakið fyrigongur soleiðis, at ein flokkur meldar seg til at vera roykfríur frá byrjan av september til byrjan av oktober.Eingin eftiransing er við um næmingarnir roykja, annað enn samvitskan hjá teimum, ið taka lut.