Tað eg gott, at fólk við serligum tørvi fáa sama rætt til skúlagongd, sum øll henni. Men tey mugu eisini fáa sama rætt, sum øll hini, til at fáa eitt arbeiði, tá ið tey eru liðug við skúlan.
Tað heldur Astma og Allergifelagið
Felagið hevur sagt sína meining um ætlanina at broyta miðnámsútbugvingar og tey taka fult undir við ætlanini, at tað nú verður ásett, at eisini fólk við serligum tørvi skulu fáa eitt skúlatilboð.
Vit halda, at tað er av stórsta týdningi, at landsstýrið eisini leggja seg eftir at koma við heildartilboðum til fólk við kropsligum, ella øðrum tarni, eisini fáa atgongd til arbeiðsmarknaðin, tá ið tey eru liðug við miðnámsútbúgvingina.
Astma og allergifelagið staðfestir, at lógin um arbeiðsfremjandi tiltøk grovan mismun á fólki, tí hon lýkur ikki treytirnar hjá ST um at fólk við breki skulu hava somu møguleikar, sum øll onnur.
Tí heldur felagið, at tað er neyðugt at smíða nýggja lóg um arbeiði við varandi breki og tarni, og sum lýkur treytirnar hjá ST um ikki at gera mismun á fullførum og brekaðum fólki.
- Nýggja lógin eigur at áseta, at heilsuliga skerd skulu hava arbeiði til sáttmálabundna løn og pensjónsgjald, og ikki sum nú, har tey bara fáa løn og pensjónsgjald til eina ”avtalaða og diskriminerandi undirløn”, sum felagið tekur til.
Eitt nú hevur Føroya Lærarafelag víst á, at ein lærari, ið gerst varandi heilsuliga skerdur, og sum fær tillagað starv eftir lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk, fær løn ið er nógv lægri enn sáttmálabundin løn.
Mánaðarlønin, við pensjónsgjaldi, hjá slíkum lærara lækkar tíðum heilar 6.000 til 7.000 krónur um mánaðin, sigur Astma og Allergifelagið.
|